Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík – eitt portur til Evropa

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.10.2021 - 13:03 Ítrottur Lesarabrøv Mentan

KÍ er felagið, har føroyskir ungdómar kunnu náa hægstu fótbóltstindunum, antin sum leikari í blá-hvíta búnanum ella við KÍ sum lopfjøl til at útliva stórar fótbóltsdreymar í fremstu deildunum í Evropa – og sama er galdandi fyri ungdómar úr grannalondum okkara, ið droyma um eina yrkisleið sum fótbóltsspælarar – men tað krevur, at vit áhaldandi tora at seta okkum sjálvum hægri mál, og at vit hava orku til at taka lógvatak saman – og standa saman í felagsskapi um KÍ.

(Grein úr Norðlýsið blaðnum ígjár)

Í vikuni var eg so heppin at heilsa uppá Mathias Brinch Rosenørn, sum hevur verið ein góð “hurð” hetta fótbóltsárið. Danin er í bestu fótbóltsárum, 28 ára gamal, og tí hava flestu roknað við, at hann eftir eitt gott kappingarár í Klaksvík, fór at leita til størri avbjóðingar uttanlands. Men í túnatosinum hesa løtuna úti í gomlu Klaksvíkini gjørdist mær greitt, at unga stórtalentið úr Esbjerg – hóast útbjóðingar – var sannførdur um, at framtíðin liggur í KÍ, tí felagið hevur sett sær sum mál at náa bólkaspælinum í Evropa.

Nógv orka er løgd í kringumstøðurnar hjá fótbóltinum í Klaksvík, og í dag eru tær um at verða á hædd við tær bestu í londunum kring okkum. Alt hetta samvirkar til, at leikarar í dag velja KÍ – tí felagið hevur sett sær stór mál í evropeiskum fótbólti, og hetta sigur ikki so lítið um tey framstig, sum felagsskapurin hevur gjørt seinastu árini.

Í ár hevur  KÍ so enn einaferð møguleikan at seta met sum føroyameistari í bæði fremstu kvinnu- og mansdeildini og tí er avgerandi fyri framtíðina hjá felagnum, at glóðin, sum er tendrað í bóltspælinum millum Klakk og Kjøl, fær loyvi at mennast gjøgnum felagsskapin. KÍ er felagið, har føroyskir ungdómar kunnu náa hægstu fótbóltstindunum, antin sum leikari í blá-hvíta búnanum ella við KÍ sum lopfjøl fyri at útliva stórar fótbóltsdreymar í fremstu deildunum í Evropa.

 

Fótbólturin mennist saman við vinnuni og í fólkinum

Lat meg beinan vegin høgga høvdið av tí misfatan, sum mangan er í fótbóltskjaki, at eitt væl virkandi ungdómsarbeiði er einstýðandi við føroyameistaraheiti í fremstu deildunum. Eitt vælvirkandi ungdómsarbeiði er hinvegin ein fyritreyt fyri einum væl virkandi felag, har trivnaður hjá hvørjum einstøkum er í hásæti, og tað er tilverugrundarlagið undir sjálvum felagnum. Ungdómsarbeiðið er røturnar, sum geva felagskapinum lívið – tilverurættin.

Alt tað, eg minnist, hevur stór orka verið løgd í ungdómsarbeiðið í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Úrslitið er, at allarflestu norðoyingar hava á ein ella annan hátt tilknýti til felagsskapin KÍ, og eigur felagið tí stóran part av ríku ítróttarsøgu føroyinga.

Men hóast vit hava átt bróðurpartin av besta leikartilfeinginum, so hevur tað verið misjavnt við meistaraheitum, um vit hyggja at drúgvu søguni í fremstu mansdeildini. Bestu norðoyingarnir hava vunnið mong meistaraheiti við øðrum feløgum, men  langt hevur verið millum "snapsirnar" í Norðoyggjum síðan fyrst í 1970unum.

Ein høvuðsorsøk hevur uttan iva verið, at ungdómar leitaðu sær útbúgving í miðøkinum og í útlondum, men nú Føroyar eru samanbundnar landafrøðiliga, er einki til hindurs fyri at spæla við KÍ, sjálvt um tú arbeiðir ella býrt í miðøkinum. Harafturat hava vit ment útbúgvingarstovnar í og nær Norðoyggjum.

Vinnan í Norðoyggjum hevur altíð stuðlað væl undir fótbóltin, og seinastu árini hava vit eisini sæð eina menning av vinnuni, sum í dag røkkur væl út um landaoddarnar. Eisini her sæst úrslit av menningini av samanknýtta undirstøðukervinum, tí tá KÍ spælir dyst í Djúpumýru, eru vinnulívsfólk úr øllum landinum millum stuðlarnar.

Við at standa saman og geva hvør øðrum rúmd eru allir møguleikar opnir, og tað er hetta, sum birtir undir eina tilgongd, har ungdómar úr øllum Føroyum leita til Klaksvíkar. Ungdómar vilja verða har sum vilji og framburður er, og tí er umráðandi, at vit allatíðina gjøta jørðina, so tað, ið sátt verður, kann bera frukt.

Stutta og hugaliga samrøðan við “ørnina” í KÍ-málinum í túninum framman fyri handilin hjá Harley var hugvekjandi, og tá vit skiltust, sá eg fyri mær, at um rætt verður atborið, verður Klaksvík eitt portur út í Evropa – ikki einans hjá føroyskum ungdómum, men eisini hjá ungdómi úr grannalondum, sum droyma um eina yrkisleið sum fótbóltsspælarar.

Men tað krevur, at vit áhaldandi tora at seta okkum sjálvum hægri mál, og at vit hava orku til at taka lógvatak saman – og standa saman í felagsskapi um KÍ.

Koyr á KÍ

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast