Lýsing
Lýsing
Lóggáva kring fiskivinnuna hevur skapt stórar spenningar í løgtinginum seinastu mongu árini. Úrslitið er at flokkarnir hava flutt seg tveir blokkar, sum vit hava sæð komið til úttrykk gjøgnum seinastu samgongurnar vit hava sæð. | Mynd: kvf.fo

Ein kanningarstjóri nú er mest politiskt spinn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2021 - 08:59 Leiðarin Politikkur Vinna

Hvat skal kanningarstjórin hjá andstøðuni kanna? Um tað “bara” er politiska útluting, so vita vit longu nú, at politisk útluting er farin fram. Jacob Vestergaard hevur sagt púra opið, at útlutingin er og hevur verið politisk. Og tað er eisini lógligt. Tað hevur staðið í bæði lógini um vinnuligan fiskiskap og teimum báðum lógunum um sjófeingi, at landsstýrismaðurin hevur heimild til at útluta. Tá landsstýrismaðurin kann útluta, er tað politisk útluting.

Onkrar av skuldsetingunum hava tó verið grovari enn so, og har hevur verið tosað um korruptión. Men eru vit yviri í beinleiðis ólógligheitum, er tað rættasta at fáa politiið at kanna tað. Korruptión er brot á revsilógina, og er grundaður illgruni um tað, so kann løgreglan kanna tað púra ókeypis. Ein kanningarstjóri tekur sær av, um fyrisitingarlógin ella lógin um ábyrgd landsstýrismanna er yvirhildin, og í har stendur so eisini nakað um brot á revsilógina, men tað tykist vera ein dýrur umvegur at biðja ein kanningarstjóra kanna fyri kriminalitet í staðin fyri bara at melda landsstýrisfólkið ella landsstýrisfólkini til løgregluna.

So setanin av kanningarstjóra sær fyrst og fremst út til at vera eitt høvi hjá andstøðuni at markera seg. Men tað hevur hon eisini rætt til. Hinvegin eru ávís ivamál í tí, andstøðan ynskir:

Vit hoyrdu í Degi og viku mánakvøldið, at formaðurin í Tjóðveldi vil hava 2 freistir; at kanningarstjórin skuldi gera eina niðurstøðu um hesa samgonguna innanfyri eitt hálvt ár, men brúka eitt heilt ár uppá at kanna undanfarin landsstýrir aftur til 2010. Tað luktar av, at andstøðan vil brúka tað politiskt ímóti sitandi samgongu í eitt hálvt ár, áðrenn tað verður staðfest, um man sjálvur var líka ringur ella ikki. Og so er andstøðan sjálvsagt ikki við.

Um andstøðan heldur fast um tað við 2 tíðarfreistum, so verður samgongan neyvan við uppá at seta nakran kanningarstjóra, tí samgongan vil uttan iva hava, at tað kemur fram samstundis, um okkurt odiøst eisini hevur verið í útlutingini av menningarkvotum, um tað altso er nakað odiøst farið fram í núverandi útlutingini. So, um andstøðan meinar nakað við, at tey eisini vilja hava samgonguna við í eini kanning, so eiga tey helst at biðja um eina samlaða kanning yvir alt tíðarskeiðið frá 2010, og eina einstaka niðurstøðu; tað vil siga, at alt kanningarúrslitið verður lagt fram í senn.

Sum støðan er, skulu vit helst ikki rokna við, at ein niðurstøða hjá einum kanningarstjóra fær aðrar fylgjur enn at andstøðan møguliga fær krút at løða við í tí komandi valstríðnum. Tí, sum sagt, er politisk útluting fult lóglig og hevur verið tað í øll árini, sum skulu kannast. Men um tað vísir seg, at ein kanningarstjóri sigur, at okkurt óregluligt er farið fram, er tað sjálvsagt ein funnin fressur hjá andstøðuni at brúka í tí almenna kjakinum.

Tá ið tað kemur til spurningin um revsing av landsstýrismanninum ella endurgjaldskrav, so er neyðugt at staðfesta antin eitt lógarbrot ella ein miss. Tað vil siga, at ein lóg skal vera brotin, og tað kann ein kanningarstjóri gamaní staðfesta, um hon er, men tað verður neyvan lætt at fáa eina so bastanta niðurstøðu, tá nú lógirnar um sjófeingi og vinnuligan fiskiskap hava givið landsstýrisfólkunum so víðar heimildir, sum tær hava.

Er landsstýrismaðurin innan fyri lógarinnar mark, so kann hann sjálvandi ikki revsast, og spurningurin er, um tað sum verður kritiserað, ikki í roynd og veru er, at løgtingið hevur givið landsstýrismanninum so víðar heimildir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin