Heimaflotin og búskaparfrøðingurin
Ein búskaparfrøðingur, við einum alment løntum starvi og eina fleiri árs alment betaldari útbúgving, úttalaði seg nú um at hann hevur funnið 30 milliónir, sum kundi endað í landskassanum, um tilfeingisgjald var á makrel kvotunum til heimaflotan. Roknistykkið hjá honum er simpult. Tilfeingisgjaldið er 1,5 kr pr. kilo. Sostatt verður 21.000 tons 30 milliónir krónur.
Til felags hava teir flestu búskaparfrøðingarnir, at teirra vindeyga út til tey vanligu fólkini og vinnuna, er í gjøgnum eitt excel ark. Teir eru væl lisnir í øllum frá Ayn Rand til Milton Friedman - neyvan Adam Smith og Karl Marx . “Tað er sjálvandi aldrin gott at geva stuðul til nakran” segði búskaparfrøðingurin í Dagur og Viku hósdagin 21. Oktober. Hettar hoyrir tú javnan. Allarhelst hevur hann fingið trýst hettar í seg frá fyrsta degi á universitetinum. Ivaleyst hevur tað ofta verið uppi at vent afturvið SU betaldu ølinum og wienarbreyðinum. Og tað stendur nokk eisini sum lóg nummar 1 í lærubókunum, sum eru keyptar fyri bókastuðul. Indoktrinering í eina búskaparliga fundamentalismu.
Men excel maðurin veit forskelligt. Hann veit at tað, sum ikki klárar seg, skal ikki haldast kunstigt á lívi. Marknaðar kreftirnar og ósjónliga hondin eru heilagi andin hjá búskaparfrøðinginum. Herbert Mandeville hevði verið stoltur.
Nú er støðan tann at heimaflotin fær ein lítlan part av makrel kvotunum, og tað má hann fáa. Partvís tí at hann klárar seg illani í løtuni - tá er kærkomið at fáa eitt sindur av stuðuli. Og partvís tí trolarirnir í heimaflotanum vóru teir fyrstu, sum fóru at fiska nýggju makrelloyvini fyri góðum 10 árum síðani, ímeðan flestu onnur vóru ímótir tí. Hetta eru ikki loyvir, sum av góðvild verða lætnar skipunum. Tað eru loyvir, sum vit hava partvíst takka trolarunum undir føroyum. Jú gamaní fara stóru reiðaríini avstað við einum parti av kakuni, men tað er ikki beinleiðis stuðul til uppsjóvarskipini. Tey fiska kvoturnar fyri heimaflotan, og fáa tí ein part av kvotuni. Alternativið er, at bara geva alla kvotuna til uppsjóvarskipini, og so hava tey meira og heimaflotin minni. Heimaflotin (bólkur 2, 3 og 4T) hevur fiskað fyri næstan 500 milliónir higartil í ár. Tað eru fleiri
100 fólk, ið starvast umborð á hesum skipum, og aftur fleiri á landi, sum eru beinleiðis knýtt fiskiskapinum undir Føroyum. Tíverri er tað soleiðis við fiskaríi, at tað eru góðar og ringar tíðir. Tað vita øll. Heimaflotin má hava hjálp, annars klárar hann seg ikki nógv longri avtrat við hesum fiskiskapinum. Eisini tað vita øll. Tíverri er sannleikin tann, at tað als ongin áhugi er fyri heimaflotanum. Tað sæst aftur í miðlunum. Tað er lítil áhugi í, at tað er sera ringt at manna skipini, mest tí at hýran er ov lág í løtuni.
Fiskimenninir undir Føroyum og búskaparfrøðingarnir kunnu lættliga setast á hvør sína síðu í tí góða og tí ringa. Upprunin til moralin hjá Nietzche. Og tankagongdin hjá búskaparfrøðinginum er at tey, sum hava eitt behagiligt arbeiði, skulu hava góða løn. Og tey lágløntu við skitnum hendrum skulu bara læra at liva fyri minni. Landskassin missur 30 milliónir. Sikkurt er tað tætt uppá 1/30 partur av árslønini hjá einum búskaparfrøðingi á Fróðskaparsetrinum. Um tað er ein so stór deyðssynd at lata stuðul, so kann heimaflotin eisini bara takka fyri seg, og so er ongin at fiska undir føroyum.
Bjørt Samuelsen kom við einum konstruktivum svari í kjakinum í Dagur og Viku fríggjadagin 22. oktober. Tað kann man brúka til nakað, mótsatt til sama møsni frá búskaparfrøðingunum, sum við jøvnum millumbilum stinga høvdið undan teirra stóra telduskermi og finna onkrar pengar, sum mangla, og mugu takast frá einari bestemtari vinnu. Um tað ikki er stjórin í Vinnuhúsinum, sum vil strika sjómannafrádráttin, ella tað gamla búskaparráði, sum úttalar seg um, at fiskimenn ikki skulu hava eina inntøku hægri enn 400.000 um árið, so er tað, at nøkur loyvir verða givin uttan tilfeingisgjald.