Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útgávutiltak við nýggjari bók hjá Moniku Stauss Joensen

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.11.2021 - 12:04 Mentan Tíðindaskriv

Sunnudagin 28. november kl. 16 verður útgávutiltak í Báta- og Listasavninum í Leirvík við bókini Av Matterhorn í Leirvíkstún, sum Monika Stauss Joensen, violinleikari og rithøvundur, hevur skrivað!

 

Bókadeildin gevur bókina út.

 

Skráin

- Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeildini, bjóðar vælkomin.

- Monika og Ólavur Jakobsen spæla eitt lag.

- Paula Gaard, bókmentafrøðingur, hevur stutta samrøðu við Moniku um bókina.

- Osmund Justinussen sigur nøkur orð.

- Monika og Ólavur Jakobsen spæla eitt lag.

 

Bókin verður seld fyri serprís á tiltakinum. Eysturkommuna bjóðar kaffi og køku.

 

Um bókina

Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetir teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í?

 

Í Av Matterhorn í Leirvíkstún eru áhugaverdar, nemandi og hugfarsligar hugleiðingar um, hvussu tað er at búseta seg í Føroyum sum útlendingur, har alt er so nógv øðrvísi enn tað, tú kennir úr heimlandinum. Vit kunnu lesa um ymiskt, Monika Stauss Joensen hevur møtt á leiðini, saman við familju og vinum og sum yrkistónleikari úti og heima. Her eru forkunnugir minnisbitar, sum reika aftur í barnaárini í Sveis, og sum knýta seg í tíðina í Føroyum, og sum binda alt saman.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Myndarøð: Hamskift KÍ-lið vann sannføran…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
Upptakt: HB-KÍ
Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri…
Myndarøð: Flaggdagshald í fagrasta veðri
Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum 
Er alivinnan ódálkandi og burðardygg?
Við abbasoni á Grynna Fossinum
Flaggdagshald í Vágstúni
Amarant: Kaffi og kaka fyri einans 50 kr…
Grani TG 325
Bráðtíðindi: Enn ein búðamaður úr C í A