Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Nú koma tveir róðrar afturat hjá 5-mannaførum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.11.2021 - 22:31 Ítrottur Tíðindi

Í 2022 koma fleiri kappingar afturat.

Tað merkir, at hjá 5-mannaførum við gentum og dreingjum verða nú aldursbólkar og við tí leggjast tveir FM-róðrar afturat teimum 9 (um vit telja barnaróður uppí), sum hava verði frammanundan.

 

Í lógunum hjá Róðrarsambandi Føroya stendur nú:

§ 23.
5 mannafør við gentum og dreingjum rógva í tveimum bólkum. Tey, sum eru 16 ár ella yngri í kappingarárinum, rógva fyri seg, og tey, sum fylla 17 ella 18 ár í kappingarárinum rógva fyri seg. Við kappingarárið er at skilja tíðin frá og við 1. januar til og við 31. desember.

Stk.2
. Tó kunnu tey, sum eru 16 ár ella yngri í kappingarárinum velja at rógva saman við teimum, sum hava fylt 17 ella
18 ár í kappingarárinum. Í so fall er hetta galdandi fyri alt kappingarárið.

§ 24.
Við 5 mannaførum kvinnum, 6 mannaførum, 8 mannaførum og 10 mannaførum er einki aldursmark á rógvarum, tó at minst tveir rógvarar skulu fylla minst 19 ár í kappingarárinum. Við kappingarárið er at skilja tíðin millum 1.januar til og við 31. desember.

 

Tað merkir, at heili 11 FM-róðrar verða í 2022, um vit telja barnaróður við.

5-mannafør gentur, barnaróður, (árg. 2008-2010)
5-mannafør gentur, U16 (árg. 2006-2007)
5-mannafør gentur, U18 (árg. 2004-2005)
5-mannafør kvinnur
6-mannafør kvinnur
5-mannafør dreingir, barnaróður, (árg. 2008-2010)
5-mannafør dreingir, U16 (árg. 2006-2007)
5-mannafør, dreingir, U18 (árg. 2004-2005)
6-mannafør menn
8-mannafør menn
10-mannafør menn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna