Lýsing
Lýsing
Hundarnir Sky og Thula | Mynd: Jørundur Hansen, privatmynd

Norðoya Seyðahundafelag fingið stykkið til venjingar

SKRIVAÐ: Áron Sofus Høgnason Vest  |  29.11.2021 - 17:00 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hittir Jørund og Brand, stigtakarar

Enn eitt áhugafelag í Norðoyggjum stendur í vøkstri. Tað er ein sonn gleði, táið áhugamál gerast til sosialan aktivitet. Seinastu árini eru nógv áhuga-, ítróttar og vinnufeløg v.m. stovnað norðanfjørðs, og tað er bara til at gleðast um. 
 
Tankin um eitt áhugafelag til tey, ið eiga seyðahund, er nakað gamal, men sjálvt Norðoya Seyðahundafelag gongur einans á triðja ári. Norðlýsið hevur hitt tveir av stigtakarunum, Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Jørundur Hansen, til eitt prát.
Hundarnir Sky og Thula
Jørundur er úr Klaksvík, er bóndi, og hevur eitt festi í Mikladali. Hann veit nógv um seyðahundar og seyðarakstur sum heild.
“Fyri mongum árum síðani spurdi eg Absalon Hansen, um hann kundi vísa mær hundin hjá sær – eg varð so bergtikin av tí, sum eg sá, og byrjaði at droyma um sjálvur at fáa mær ein seyðahund.” sigur Jørundur.

Brandur er úr Haraldssundi, er bóndi á Skarði, og røktar ein haga í Haraldssundi. Hann hevur fingist við seyð so at siga alt sítt lív.
“Heilt tíðliga sá eg, hvussu nógvar ferðir betur tað er at reka við seyðahundi. Í dag er tað torført at reka seyðin í rætt uttan seyðahund, tí tað er so torført at finna fjallfólk.” leggur Brandur afturat.
 
Norðoya Seyðahundafelag verður stovnað
Áhugafelagið, ella rættari sagt ítróttarfelagið Norðoya Seyðahundafelag varð stovnað í februar mánaða 2019, og endamál felagsins er at skipa fyri venjingum og kappingum við seyðahundum. Jørundur, ið er ein av stovnarum felagsins, sigur um stovnanina soleiðis: “Tað hevur í mong ár verið stórt virksemi við seyðahundum her norðuri, og eisini hava kappingar verið. Tá vóru øll seyðahundaáhuga limir í Føroya Seyðahundafelag. Síðani varð tað lagt um til økisfelag runt alt landið. Okkara felag er fyri øll áhuga í Norðoyggjum. Tað finnast fleiri onnur økisfeløg við sama endamál, aðrastaðni í Føroyum.”
 
Felagið fær stykki at venja á
Í síðstu viku kundi Norðlýsið vísa á, at ítróttargreinin kurvabóltur hevði støðugt vaksandi áhuga í lokalumhvørvinum. Tað sama er galdandi fyri seyðahundar. Leingi hevur ynski verið um at fáa eitt stykkið at venja á, so at limir, ið ikki eiga jørð, kunnu venja hundin hjá sær. Felagið hevur fingið eitt stykki til vega, og um tað sigur Brandur: “Stykkið liggur úti á Oyri. Í heyst eydnaðist tað okkum at fáa avtalu í lag við bóndan í Miðhaga úti á Oyri, um hetta. Hann hevur verið sera lagaligur. Tað eru vit honum sera takksamir fyri, tí tað er stórur tørvur á júst hesum.” Felagið hevur fingið stykki at venja á, men enn er ikki heilt klárt at nýta stykkið. Hevur onkur tó áhuga í at royna hundin hjá sær, kunnu tey seta seg í samband við ein av fyriskiparunum, verður sagt av teimum báðum, Brandi og Jørundi.
 
Vónir og ætlanir
Mest sum við ein munn, siga teir báðir, at teir vóna at fáa ein góðan felagsskap, har áhugað kunnu møtast og saman venja seyðahundar. “Vit kundu eisini hugsa okkum at fingið enn fleiri stykkir at vant á, í framtíðini. Tað hevur víst seg at vera torført at fáa stykkir her í Klaksvík. Vit eru nakað aftanfyri onnur feløg í Føroyum, táið tað kemur til at hava kappingar, og er tað nakað, ið vit miðvíst arbeiða við.” sigur Jørundur. “Harafturat vóna vit at onkur í felagnum endar við at kappast á altjóða støði” leggur Brandur afturat.
 
Hvat, hvussu og hvør
Í felagnum er einamest seyðahundar av slagnum Border Collie. Tað er nógv mest nýtti seyðahundurin yvirhøvur. Tað eru tó fyri so vítt ongi krøv fyri at gerast limur í felagnum. “Bert at ein hevur áhuga í seyðahundin. Flestu limir hava seyðahund, men tað eru eisini limir, ið ikki hava tað” sigur Jørundur. Tað eru umleið 40 limir í felagnum í dag. Tað hevur ikki verið hugsað so nógv um onnur hundasløg enn Border Collie, tí tað er ikki vanligt, at onnur sløg gerast seyðahundar.
Felagið hevur ásett strangar leiðbeiningar fyri nýtslu av stykkinum. “Einans seyðahundar, við loyvi frá teimum, ið umsita stykkið og seyðin ið gongur á tí, kunnu luttaka. Vit hava ásett krøv fyri hvussu tað skal venjast – tað er fyri at verja seyðin, ið verður nýttur til venjingarnar, á bestan, og mest skynsama hátt.” sigur Brandur.
 
Brandur Klettskarð í Kongsstovu hevur hundin Floy, ið er tvey og eitt hálvt ára gamal, og venur nógv, táið fjalltíð ikki er. Hansara ráð til tey, ið ynskja at venja seyðahundin hjá sær, eru hesi: “Um ein, ið ikki er vanur við seyðahund, fær sær ein, er tað skilagott at fáa hjálp frá einum, ið er royndur við seyðahundi. Border Collie hundar eru arbeiðshundar, tí tað eru teir aldir til.”
 
Jørundur Hansen hevur tvær tíkar, Sky og Thula. Hann hevur sjálvur vant tær. Hann sigur, at táið ein júst er byrjaður at venja hundin hjá sær, fer nógv tíð til tað, men sum hundurin eldist, so verður ikki vant líka ofta. Hansara ráð til seyðahundaáhugað: “Eg við ráða øllum frá at fáa sær seyðahund, um tey ikki hava møguleika at reka við hundinum. Hundurin brennur fyri at arbeiða, og fær óvanar, tí hann gerst frustreraður, um hann ikki sleppur at gera tað sum hann ynskir.” Jørundur leggur afturat, at hann tekur undir við Brandi, táið tað verður viðmælt at seta seg í samband við onkran, sum longu dugir at venja seyðahund.

Norðlýsið takkar teimum báðum fyri prátið, og ynskir felagnum alla bestu eydnu framyvir!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…