Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skoytubreytin letur nú upp

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  29.11.2021 - 23:17 Mentan Tíðindi

Um vikuskifti hevur verið spulað og fryst, spulað og fryst. Nú er skoytubreytin klár og latið verður upp týsdagin 30. nov. kl. 15.00.

Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, kringumstøður eru betraðar og seinni í ár verður ein skúrur afturat, ið ger umklæðingarumstøðurnar enn betri. Tað sum eisini er øðrvísi í ár er, at handlar er fluttir inn í kjallarin á Biskupstorgi, ið eisini skapar hugna í miðbýnum.

 

Soleiðis er skoytubreytin opin:

Gerandisdagar: kl.15.00 til - 21.00 

Leygardag: kl. 10.00 til 21.00

Sunnudag: kl. 15.00 til 20.00

Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til 15.00. Leiga skoytubreytina við at senda eina boð á boðklivan á facebook ella send ein teldupost til skoytubreyt@klaksvik.fo. 
 

Eins og hini árini kunnu umstøðurnar at skoyta ávirkast av veður og vind, tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina. Tí heitir kommunan á øll, um at fylgja við á facebook síðuni: Skoytubreytin í Klaksvík. Á síðuni ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…