Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen, Leirvík

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.12.2021 - 10:18 Tíðindi Veðrið

Tað verður eitt sindur av hvørjum veðri hetta vikuskiftið.

Eitt lagtrýst fer framvið norðan fyri Føroyar. Tá er høgætt hjá okkum - í dag og morgin. Komið nakað eysturum, er stilli - sunnudagin.

Sunnukvøldið nærkast tað næsta lágtrýstið vestaneftir. Leiðin er eitt sindur longri suðuri enn tey hava gingið í seinastuni, og tí fer suðurætt við lýggjari luft at reka til okkara mánanátt og -morgun.

Men vit byrja í dag, sum vit plaga.

Vindmátarar hjá Veðurstovu Føroya siga lítlum og ongum vindi í morgun, 2 - 4 m/s av útnyrðingi vestri. Turt kring alt landið og sólglottar. Hitalagið liggur um 2 til 4 stig.

Seinnapartin og í kvøld fara ælingar við regni at reka inn yvir Føroyar, og hann fer at mala úr ymsum ættum. Framvegis lítil vindur.

Í nátt fer ættin upp í norðan, fyrrpartin í morgin yvir í landnyrðing ella eystan eina løtu. Seinnapartin fer vindurin at veksa eitt sindur av norði - klokkan 18 eru 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt allan leygardagin, og hitin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Sunnunáttina fer ættin at flyta seg vestur um norðan til útnyrðing norðan. Vindurin fer at minka úr á fyrrapartin. Seinnapartin fer hann at mala úr ymsum ættum eina løtu, og vindferðin fer niður í lítið og einki.

Sunnukvøldið er sunnan, og út á mánanáttina fer vindurin at veksa. Yvirhøvur turt sunnudagin, og hitin fer at liggja um 3 til 5 stig. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…