Í viðarlundina eftir jólatræi
Jólatræið í Mikladali varð tendrað í gjárkvøldið, har Bjørn Kalsø, varaskúlastjóri helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi
Tað møtti væl av fólki og blíðskapurin var, sum altið - óførur. Boðið varð inn í Avhaldshúsið til súpan og kaffi við rísalamande omaná.
Niðanfyri verður røðan hjá Bjørn Kalsø endurgivin - Eisini liggja nakrar myndir við frá haldinum
Noyddust í viðarlundina eftir jólatræ
Í bókini “Forn føroysk boðsending” skrivar Robert Joensen:
“Mikladalsmenn høvdu skyldu at flyta grindaboð, sum teir fingu til Trøllanesar, og skilligt er, at tey boðini vórðu borin. Maður ella kvinna til gongu.
Í Mikladali er sagt frá hesum glaðingarstøðum:
Á Glaðingarsteini varð glaðað til Kunoyar av grind, sum sødd var norðuri í Fjørðinum. – Her var mótglaðan til Kunoyar.
Á Rætt varð glaðað, um mikladalsmenn vistu av grind á Djúpunum.
Um eysturoyingar settu upp í Mikladali brendu teir vita uppi á Hálsi í Mikladali. Hetta var helst gjørt um gjáarmenn settu upp har”
Gamli siðurin at geva boð við at glaða ber boð um, hvussu avbyrgd fólk í mongum føroyskum bygdum hava livað í øldir, og hvussu avbjóðandi tað mangan hevur verið at virka á slíkum plássum.
Mikladalur hevur einki undantak verið í so máta. Og hóast nógv er broytt seinastu árini, og samskiftistøknin so líðandi er ment frá telegrafi, telefon og til nútíðar samskiftistøkni á alskyns pallum, so er ikki serliga langt síðan, at vegurin og tunlarnir vórðu gjørdir norður til Mikladals.
Tí hevur ikki altíð verið so lætt hjá okkum sunnari á oynni at koma norður til Mikladals, sum tað er nú. Annaðhvørt mátti farast til gongu eftir gøtuni, ella við postbátinum Barsskor. Og hann fór ikki at sigla hvønn dag í vikuni fyrr enn í seinnu helvt av 70’unum.
Av somu orsøk var eg stórur smádrongur, áðrenn eg fyrstu ferðina var í Mikladali. Hetta var ein summardag í sjeytiárunum, vit fóru av Syðradali í eydnuhjól hjá Avhaldsfelagnum. Koyrt varð norður í Hattardal, har vegurin tá var komin. Síðan varð farið til gongu norður um Lunnarsgjógv, gjøgnum Lundurðarnar norður í Villingardal, um Bustina í Ritudal, har vit løgdu eitt oyra í kulluna í Ritudalsheyggi, áðrenn vit gingu Ritudalsbrekku, um Ennið og norður til Mikladals. Tá tiltakið í Mikladali var liðugt, varð farið aftur til gongur suður í Hattardal, og haðani við bili til Syðradals.
Hendan farleið var minni enn so altíð farandi um vetrarnar í kava og illveðri. Heldur ikki var altíð klúgvandi við postbátinum, tá brimið stóð í grasið, oyggin skalv og klinkurnar glintaðu á roykstovuhurðunum.
Jólini í Mikladali hava eisini verið merkt av hesum. Eitt nú ferðaðust vit á Syðradali og Húsum nógv millum bygdirnar um høgtíðina. Vit fóru í kirkju á Húsum, dansaðu bæði jólatræ og føroyskan dans á Húsum, og húsafólk komu eisini suður til Syðradals at dansa 2. jólakvøld, tí Syðradalur er jólabygd.
Her norðuri vóru jólini í størri mun hildin burturav á staðnum. Jólagestirnir máttu koma í góðari tíð undan jólum, um vissa skuldi vera fyri at sleppa norður. Ofta steðgaðu gestirnir eisini leingi.
Havi tó hoyrt, at mikladalsfólk á einum sinni hava róð við árabátinum Ellinti norður til Trøllanes at dansa føroyskan dans á trettandu.
Eyðun Eliassen, sum nú býr á Trøllanesi, men sum er ættaður hiðani, hevur greitt mær frá, at nógv varð gjørt burturúr jólahaldi her í bygdini, tá hann vaks upp.
Í skúlanum varð dagur settur av at pynta, og øll bygdin varð seinni boðin í skúlan at dansa jólatræ og síggja jólaleik, sum næmingarnir spældu. Hetta var undan jólum. Jólatræið í skúlanum varð síðan flutt oman í Avhaldshúsið og endurnýtt til jólahaldið har, sum varð hildið fyri allari bygdni 2. jóladag. Tá plagdi Magnus í Hússtovu at siga søgu fyri børnunum.
Eini jól vóru tey í trongum skóm undan jólum. Veðrið var svikaligt, og tað eydnaðist ikki at fáa jólatræið, ið var bílagt til jólahaldið, norður fyri jól. Nú vóru góð ráð dýr, tí uttan jólatræ vóru jólini ikki tey somu.
Tá fóru boð suður til skógarmyndugleikarnar í Havn við umbøn um loyvi at fara í viðarlundina eftir einum jólatræ. Hesum varð eftirlíkað, og jólini kundu haldast sum vant.
Í Norðurlondum hildu tey fyrr, at sólin stóð still frá fyrsta jóladegi og tilsamans 12 dagar til trettandu.
Soleiðis munnu jólini eisini hava kenst her á staðnum. Tá hvørki var lætt at koma til ella frá. Jólaaftan klokkan seks helt alt vanligt arbeiði uppat, klokkan átta varð farið í kirkju, og jólini vórðu hildin til á trettandu.
Nú á døgum kunnu vit siga, at nógv meira ferð er á øllum - og í øllum lutum. Onkuntíð ov nógv ferð! Og mong munnu kenna tað, sum um, at ilt er at fylgja við.
Tí er gott høvið, eina løtu sum hesa, tá jólatrøini verða tendrað - at steðga á eina stund, - seta ferðina niður og grunda á, hvørji grundvirðir hava týdning í lívinum.
Jólini, ið standa fyri framman, minna okkum á gleðiboðskapin, tá Jesus varð borðin í heim, á løturnar saman við familju, vinfólkum og kenningum – týdningin av at geva teimum, ið treingja, og at vitja tey, sum sita einsamøll. Samstundis bera jólini eisini boð um, at sólin aftur fer at koma hægri á hválvið við boðum um nýtt ár og ljósari árstíð, tá alt aftur fer at grógva og næla.
Fari at takka Klaksvíkar kommunu fyri, at farið verður kring bygdirnar í kommununi at tendra jólatræ. Takka Klaksvíkar Hornorkestri fyri, at tit altíð eru við og seta serligan jóladám á løtuna.
Takk fyri møguleikan at røða og takk øll tit, sum lýddu á.
Við ynskjum um eini gleðilig jól.
Bjørn Kalsø