Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
Sambært seinastu semju frá 8. november 2024 millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið eru partarnir samdir um at gera eina greiða avtalu um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg, sum tryggjar, at lív, heilsa og týðandi samfelagslig virði ikki verða sett í vanda.
Í dag, 27. oktober 2025, undirskrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Starvfelagið avtalu um neyðtilbúgving, har avtalað er, hvørjar ítøkiligar funktiónir verða undantiknar, um so er, at arbeiðssteðgur tekur seg upp.
Sum dømi kunnu nevnast, at ítøkiliga er avtalað, at undantøk verða givin til at manna døgnvaktarskipanina hjá barnaverndartænastunum; til tilbúgvingina hjá Sløkkiliðnum og til tilkallivakt til bráðfeingisstøður viðvíkjandi vatnveiting, kloakk og gravarhjálp.
Tórshavn, 27. oktober 2025
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Per Martin Gregersen, formaður