Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tríggjar ferðir ræst kjøt sama dag

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  03.12.2021 - 14:02 Mentan Tíðindi

Jólatræið á Húsum varð tendrað í gjárkvøldið, har Bjørn Kalsø, varaskúlastjóri helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

 

Tað møtti væl av fólki og bleiv boðið karamellur til tey, sum vóru komin saman hesa løtuna, áðrenn leiðin helt fram til Syðradals. 

Niðanfyri verður røðan hjá Bjørn Kalsø endurgivin - Eisini liggja nakrar myndir við frá haldinum.

Tríggjar ferðir ræst kjøt sama dag

Á Syðradali siga vit: “Heim til Húsar”. Søgukøn siga, at tað ber boð um, at Húsar er elligomul bygd. Harumframt tori eg at siga, at Húsar altíð hava verið ein fastur partur av jólum og jólahaldi hjá syðradalsfólki. Somuleiðis hevur verið vanligt hjá húsafólkum at fara suður til Syðradals, ið frá gamlari tíð hevur verið jólabygd.

Húsar og Syðradalur eru grannabygdir. Tað tekur bara hálvan tíma at ganga millum.

Kirkjan er her, og hevur hon eisini knýtt okkum saman. Tá prestur var, komu vit altíð heim til Húsar í kirkju. Tó var ikki gamalt at fara í kirkju á Húsum jólaaftan. Ikki fyrr enn í seinnu helvt av 80-unum, varð tann siðurin tikin upp her eisini.

Fari at loyva mær at greiða frá einum túri heim til Húsar 2. jóladag. Hetta var í 1981.

Á Syðradali fingu vit ræst kjøt til døgarða, sum var vanligt 2. jóladag. Fólkataðið var minka nógv á Syðradali longu tá. Men ljós var Niðri á Bakkanum, hjá Dia, har Suðuri hjá okkum, inni Har Úti, á Dunganum og Uppi hjá Petur Juul.

Tá leið nakað út á seinnapartin fóru eg og Óli bróður, sum var heima av skipi hesi jólini, norður til tey hjá Petur Juul. Har hildu Hans Sylvian og Hildubjarta jól. Prátið gekk og kortini vórðu tikin fram. Blíðskapurin var stórur, og eftir nakrar “krossar” fingu vit ræst kjøt til nátturða frá teimum.

Av Húsum hvødu vit frætt, at bjóða var í dans í handlinum á Bakka. Tí fóru vit til gongu heim til Húsar, tá tað leið nakað longur út á kvøldið.

Heimkomnir fóru vit inn á gólvið á Heyggi. Millum húsafólk og syðradalsfólk hava frá gamlari tíð verið føst vertshús, tá vit komu ímillum bygdirnar. Vertshúsið hjá okkum var á Heyggi. Tí steðgaðu vit altíð har fyrist.

Innkomnir vórðu vit bodnir oman í stovuna, og suður í fínustovu. Har á skrivaraborðinum lá altíð ein dagdvølja, talvborðið stóð frammi og bretti at spæla rev og gás - ella fox and geese - á. Dúliga varð prátað og spælt.

Nú nærkaðist tíðin, tá farast skuldi í dans. Men áðrenn vit fóru, vildu tey hava okkum til borðs, so vit ikki fóru út aftur við jólunum á bakinum, sum tikið varð til.

Hesaferð var ein góð røst síða av lambi úr norðarugongu í Líðini á matarlepanum. Hóast hetta var triðja ferðin, vit fingu ræst kjøt tann dagin, smaðkaði óføra væl.

Á vegnum í dans steðgaðu vit inni á Geil, á Brekkum, norðuri í Stovu og niðri á Bakka. Og sum frá leið, legðist til við fólki, ið fóru í dans.

Dansurin gekk væl nakað út á náttina, og skift varð millum føroyskan- og enskan dans. Til enska dansin komu tónarnir úr plátuspælara. Gólvið gav seg í gomlu handilshúsinum, og tí kundi nálin fara av lagi, um onkur setti førurnar fast í gólvið. Men væl bar til kortini. Annars kom eisini fyri, at Bjarti ella Aðalstein spældu harmoniku, tá dansur var á Húsum. Onkuntíð tók Erik eisini munnharpuna fram.

Tá leið á náttina, og dansurin leið móti endanum, fóru vit suður undir neystunum, niðan við kirkjuni og inn í kjallaran á Heyggi at spæla bobb. Tá vóru fleiri av Húsum við í fylginum, og fingu vit í lag eina spennandi bobbkapping, áðrenn vit í lýsingini fóru til gongu suður aftur til Syðradals.

Komnir suður um Djúpugrøv, sóu vit mann koma í móti okkum við Helvtarstein. Tá var pápi komin at sónast eftir okkum. Vit fylgdust síðan suður um Milláirnar, niðan Grønutúgvu, suður um Rundingina, um Gjónna og suður til okkara. - Fingu ein heitan drekkamun, ein breyðflís við røstum kjøti, og síðan til songar.

Ein góður dagur, har eingin klokka, - men einans samveran - hevði havt týdning, var komin at enda.

”Skjótt er Harranum um” sigur orðatakið. Og hetta vóru samstundis, seinastu jólini saman við pápa okkara, sum fór hiðani heystið eftir.

Í Norðurlondum hildu tey fyrr, at sólin stóð still frá fyrsta jóladegi og til samans 12 dagar til trettanda.

Soleiðis munnu jólini eisini hava kenst her í bygdunum, um vit fara nøkur ár aftur í tíð, og tá óhøgliðari var at ferðast. Á kvøldi jólaaftan helt alt vanligt arbeiði uppat, lestur varð lisin, og jólini vóru hildin til á trettandu.

Nú mugu vit sanna, at nógv meira ferð er á øllum - og í øllum lutum. Onkuntíð ov nógv ferð! Og mong munnu kenna tað, sum um, at ilt er at fylgja við.

Tí er gott høvi, eina løtu sum hesa, tá jólatrøðini verða tendrað - at steðga á eina stund, - seta ferðina niður, og grunda á, hvørji grundvirðir hava týdning í lívinum.

Jólini, ið standa fyri framman minna okkum á gleðiboðskapin, tá Jesus varð borðin í heim, á løturnar saman við familju, vinfólkum og kenningum – týdningin av at geva teimum, ið treingja, og at vitja tey, sum sita einsamøll. Samstundis bera jólini boð um, at sólin aftur fer at koma hægri á hválvið, við boðum um nýtt ár, og ljósari árstíð, tá alt aftur fer at grógva og næla.

Fari at takka Klaksvíkar Kommunu fyri, at farið verður kring bygdirnar í kommununi at tendra jólatræ. Takka Klaksvíkar Hornorkestri fyri, at tit altíð eru við og seta serligan jóladám á løtuna.

Takk fyri møguleikan at røða, og takk øll tit, sum lýddu á.

Við ynskjum um eini gleðilig jól!

Bjørn Kalsø

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund