Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kann kjarnorka bjarga heiminum?, spyr videnskab.dk. Møguliga er svarið ja. | Mynd: videnskab.dk

Kjarnorka, ja takk!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2022 - 17:50 Politikkur Tíðindi Vinna

Europasamveldið ES hevur nú fingið eyguni upp fyri kjarnorku. Kjarnorka dálkar sera lítið, burturkastið er somuleiðis lítið, og kjarnorka er støðug. Tíðin er farin frá at lata vanlukkuna í Tjernobyl seta dagsskránna; í dag er kjarnorka nógv tryggari. Vit sleppa heilt einfalt ikki rundan um at taka kjakið.

 

Í Deadline á DR ígjár hoyrdist, at Europakommissiónin undir ES ynskir at fáa kjarnorku roknaða sum grøna orku. Tað vóru góð tíðindi, eisini fyri okkum, tí vilja vit nakað við grønu umleggingini, so slepst ikki undan kjarnorku. Stórur skepsis er kring el-bilar og el-bussar, og sjálvt um tann skepsissin ikki var, eru el-akfør langt frá nokk til at leggja um við.

Tjekkia er, sum nú er, bundið av gassi úr Russlandi. Tað er neyðugt í dag. Men í eini tíð, har hernaðarligir spenningar stinga seg upp aftur eystanfyri, er tað alt annað enn trygt at verða treytaleyst bundið av Russlandi. Hervið taka vit ikki støðu fyri ella ímóti Russlandi, men ímynda okkum, at Tjekkia og Russland fara at standa á hvør sínari síðu. Tjekkia vil tí fara undir at satsa nógv meira uppá kjarnorku.

Týskland er tað mest skeptiska ES-landið, tá tað kemur til kjarnorku. Í Týsklandi eru tey fara undir miðvíst at lata síni kjarnorkuverk aftur, og politikkurin hjá ES-kommissiónini stendur í stríð við tað. Men nú kjarnorkuverkini fara at fáa stemplið “grøn” verður ilt fyri Týskland at standa ímóti. Og tað er heldur ikki greitt, hví Týskland ikki bara kann lata síni verk aftur, uttan at onnur lond skulu tað eisini.

Tað er tíðin, sum hevur gjørt spurningin aktuellan. Øll framkomin lond, ella næstan øll framkomin lond, vilja ta grønu umleggingina. Og tað verður ov lítið við vatnmylnum, vindmyndlum og elektriskum akførum. Hesi muna, men ov lítið. Neyðugt fer framvegis at vera við nógvari fossilari orku.

Pernille Vermund, forkvinna í Nye Borgerlige, førir fram, at kjarnorka er trygg, rein og støðug. Argumentini hjá mótpartinum koyra hinvegin framvegis uppá ræðumyndirnar í Fukushima og Tjernobyl, og tykjast vera rættiliga útvatnað.

Hvat kunnu vit í Føroyum so brúka alt hetta til? Jú, Grønland er ríkt uppá thorium, ið kann brúkast, tá neyðuga tøknin er til reiðar. Sostatt kundi allur ríkisfelagsskapurin – um hann framvegis er til tá – lagt um til grøna orku samstundis. Nú vita vit ikki við vissu, hvat Grønland sigur til tað, men Danmark fer neyvan at siga nei, um ES sigur ja. Og Grønland fer sum síðuvinning at fáa nógv arbeiðspláss við at útvinna thoriumið.

Her í Føroyum eiga vit at fara í holt við kjakið sum skjótast. Vit sleppa ikki undan tí óansæð. Føroyar kunnu ikki loyva sær at liggja sum ein stórur oljuforbrúkari mitt úti í Atlantshavi, tá alt ES, helst bæði Noreg, Bretland og Ísland við, eru vorðin grøn. Einar dálkandi Føroyar fara at hava minkandi útflutning, tí onnur lond vilja helst handla við lond við grønum orkukeldum.

Tíðin er komin at lyfta kjakið upp um bert el-bilar. Vit eru noydd at taka stóra perspektivið við. Helst í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap