Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Tak tann svarta kross av leiði! Har hann stóð nú lilju set!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.04.2022 - 21:29 Poddar Mentan

Orðini omanfyri eigur Grundtvig í týðing hjá Tórgarð í Sálmabókarískoytinum, nummar 629 – og teir siga víðari í seinasta ørindinum: Ja, hann er her, guddómamaður! Sprongd nú eru deyðans bond!

 

Tey fyrstu kristnu fóru næstan beinanvegin frá jødiska sabbatinum sum guðstænastudag, og til fyrsta dagin í vikuni – seinni nevndur sunnudagur. Ikki tí at tey ynsktu at flyta gamla jødiska sabbatin ein dag fram, men tí tey veruliga trúðu, at fyrsta dagin í vikuni – páskamorgun – hevði Skaparin endurreist alt skapanarverkið.

Tað var ein grundsetningur í teirra trúarfatan, at í og við krossinum og tómu grøvini vórðu vðurskiftini millum skaparan og skapningin broytt fullkomuliga – nú høvdu øll menniskju beinleiðis atgongd til Guðs, uttan um mannagjørdar gyrðingar, og Skaparin tí endiliga kundi halda hvíludag fyrsta dagin í vikuni.

Alt tað, sum jødiska fólkið hevði longst eftir undir gamla sáttmálanum, var nú vorðið ein veruleiki. Sjónirnar og dreymarnir hjá profetunum fingu kjøt og blóð í Bethlehem, gjørdust ein veruleiki á krossinum, og fingu anda, sannleika og samleika páskamorgun.

Fyrstu kristnu meingheitirnar kundu gjørt orðini hjá Grundtvig til síni egnu, tá hann sigur:

Sól var svørt á deyðadegi

hans, sum gav sítt dýra blóð.

Skein úr grøv, og myrkrið megi

misti, tá ið hann upp stóð.

 

Í døgunum aftaná hin fyrsta kristna páskamorgunin gjørdist tað so við og við teimum Jesustrúgvandi greitt, hvør ið timburmaðurin úr Nazareth veruliga var – at hann veruliga var Kristus! Tað skuldi ikki so lítið til at sodna ein so veldugan boðskap, at Skaparin onkursvegna hevði verið sjónligur teirra millum!

 

Sunnudagurin, uppreisnardagurin, er eini boð til okkara um, at hann veruliga er risin. Uttan uppreisnina var ongin sunnudagur! Sunnudag koma vit so nær tómu grøvini, sum til ber her á jørð.

-

Sum frá leið fóru tey fyrstu kristnu at luta árið sundur eftir teimum stóru hendingunum í lívi Jesusar. Og her blivu páskirna  høvuðshátíðin – tað, sum øll kristinlæran snýr seg um: At jørðin skalv, gravirnar brustu, og at skapanarmegin, á ein undurfullan hátt, góðtók lív og læru Jesusar við at broyta likam hannsara til eitt dýrdarlikam, sum eitt bil varð sjónligt millum tey fyrstu kristnu, og vakti trúareldin og trúarvissuna í teimum. Páskamorgun broytti alt! Tí eru páskirnar høvuðshátíðin í kirkjuárinum.

 

Risin er hann upp so fagur,

orð hans eru lív og ond.

Runnið upp eitt vár nú er

fyri okkum her í verð.

Og sum ljóða páskasangir,

sálin fær sær fuglaveingir.

 

Gleðiligar páskir!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Jóla­kort­ini fara nú um land og ríkið
Breiðka Flatnavegin á Norðoyri
Uppistova selir við Neystið
Dunga Jákup M/­tr sleipaður heim
Eldrahugni í Betesda
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Signhild: Mentan snýr seg um menniskju o…
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36