Lýsing
Lýsing

Løtur sum hesar eru stjørnustundir í lívinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.05.2022 - 13:51 Mentan Politikkur Tíðindi

segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur m.a í røðu sínari á fólkafundinum á Lítlu Dímun herfyri. Vit prenta røðuna.

Teir sum vara  av Lítlu Dímun skipaðu aftur í ár fyri fólkafundi úti í Oynni. Hetta er ein sannur hátíðardagur og ein stór uppliving fyri luttakarnar.  Í ár vóru yvir 100 luttakarar og øll blivu flogin út í Oynna úr Hvalba.  Veðrið var av tí allarfagrasta, ikki ein ond og fantastiskt útsýni yvir hav og oyggjar. 

Sum altíð, so  vóru  nógv góð  tiltøk á skránni, so sum  søgan um oynna, røður, tónleikur,  sangur og føroyskur dansur.  Høvuðsrøðari í ár var løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.  Elsebeth sigur, at fyrireikararnir spurdu hana í 2021  meðan hon enn var landstýriskvinna í almannamálum,  um hon kundi vera høvuðsrøðari,  og hon játtaði sjálvsagt beinanvegin. Tað er  jú ein stórur  framíhjárættur og ikki á hvørjum degi,   at høvi býðst  at halda røðu á heimsins vakrasta røðarapalli, á toppinum á Lítlu Dímun.

Orsakað av keðiligum veðri bleiv túrurin í 2021 av ongum. Sum øllum kunnugt valdi eg at fara úr landsstýrinum  í december mánaða í 2021, men innbjóðingin frá stigtakarunum stóð við til fólkafundin í 2022 og tað fegnist eg um sigur Elsebeth. 

Elsebeth sigur at enda, at árligi fólkafundurin úti  í Lítlu Dímun er  eitt sera gott tiltak, sum hon tekur  fult og heilt undir við og vónandi kann hetta halda fram.  Hetta er eitt gott dømi uppá,  hvussu umráðandi tað er við eldsálum.  Eldsálir  fáa ting at henda, og tað eru slíkum fólkum vit hava brúk fyri.  

Niðanfyri prenta vit røðuna hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir:

 

Røða til fólkafund á Lítlu Dímun

Góðu áhoyrarar, góðu fundargestir. Eg síggi tað sum ein stóran heiður og
framíhjárætt at standa her í dag. Má ásanna, at orð kennast fátøk í hesum
ótrúliga umhvørvinum á toppinum á Lítlu Dímun.

Tað er ikki av tilvild, at júst Lítla Dímun er vald til røðarapall til henda
fólkafundin. Oyggin er einastandandi vøkur og serstøk. Eg eri veruliga takksom
fyri at mær untist hesa uppliving.

Tað at koma saman við okkara landsmonnum til fólkafund soleiðis, sum vit gera
her í dag, er lívsjáttandi og uppbyggjandi. Hóast ymisk og við ymsum
lívsáskoðanum, so hava vit nógv felags áhugamál. Latið okkum savnast um tey .
Vit eru øll errin av landi okkara, errin av at vera føroyingar.

Vit kundu helst havt gjørt nógv annað í dag, men hava valt at seta kross í
álmannanakkan til henda fólkafundin.

Løtur sum hesar eru stjørnustundir í lívinum. Tað er ikki givið, at vit fáa nakra
størri løtu enn júst hesa. Latið okkum anda djúpt inn og njóta og sansa
vakurleikan og umhvørvið, so hetta gerst eitt minni fyri lívið. Latum okkum
njóta nú ́ið.

Eg kann ímynda mær, at líka so fantastiskt sum tað er at skoða bláa havið og
himmalin og oyggjarnar ein slíkan vakran dag sum í dag, líka so stórbært og vilt
er tað helst at standa her ein ódnardag, tá himmal og hav alt er í einum roki.
Skapanarverkið er fantastiskt, Føroyar eru fantastiskar. Hetta er okkara land,
hetta er okkara verð, hetta landið eiga vit.

Lítla Dímun hevur opinlýst ein heilt serstakan týdning fyri fólk í Hvalba og
Sandvík, sum hava gjørt oynna til nakað serligt. Arbeiðið við oynni er fyridømi
um samstarv og samanhald. Tað er spennandi og mennandi fyri børn og
unglingar at vaksa upp í hesum umhvørvinum og at vera við í øllum arbeiðinum
í samband við Lítlu Dímun. Hetta, tá lembingin er fyri, til seyðarakstur, fletting
og haggreiðing. Hetta hevur mentanarligan týdning. Tað er spennandi tá dagurin
kemur at farast skal út í oynna og alt skal fyrireikast.

Oluf Skaalum endar longu og fjálgu grein sína um Lítlu Dímun við hesum
orðum: Havið og fjøllini uppala føroyska ungdómin. Bæði eru tey sterkir og
stoltir uppalarar, sum halda fram somu djørvu talu ætt eftir ætt. Rasmus Effersøe
skrivar eisini: ”bylgjan blá og fjøllini so brøtt, kunna ungar piltar væl upplíva,
gera teimum fót og hjørtu løtt. Víðari skrivar Johs. Andreas Næs: ”Væl er
Oyggin vøkur og eggjandi at síggja til og vitja og væl er hon rík við seyði og
fugli, men hon er berg øll, sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins
hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og er ansin í hvørjum spori.
Mangar sagnir og søgur eru úr Lítlu Dímun, bæði gleðiligar og daprar.

Kirkjubókin í Hvalbiar sókn sigur sína søgu um henda veruleika. Mong roysni
og brøgd eru gjørd í bakkalendi, sum menn ikki tala so nógv um – helst tiga teir
tað burtur, men teir takka Gudi fyri, at teir komu heilskapaðir aftur til húsar.
Kortini fara teir glaðir og vónríkir aftur út í Oynna næstu ferð.

Hvalbingar fingu næstsíðsta heyst sleppingarlomb av Villingadalsfjalli á
Viðareiði og av Klakki í Klaksvík. Fjøllini norðanfyri eru høg og brøtt og tí
skuldu lombini verið von við brattlendið her á Lítlu Dímun. Tey blivu flogin út
á toppin her vit standa. Gott við nýggjum blóði norðanífrá og vónandi trívast
sleppingarlombini væl her á oynni og vera til gagns nógv ár framyvir.

Lítla Dímun verður kallað ein gimsteinur, tí hon líkist einum gimsteini, men eg
meti, at hon eisini er ein gimsteinur sum lærustovnur fyri unglingar í Hvalba og
Sandvík. Her er nógv at læra. Vit kundu saktans havt fleiri slíkar Lítlu Dímunar.
Vit hava nógvar náttúruperlur í okkara lítla landi og Lítla Dímun er avgjørt ein
av teimum. Hon er okkara minsta oyggj, og her býr onki fólk. Her er seyður og
fuglur og rotta er ikki í oynni. Ein matkovi. Tað er ikki bara sum at siga tað hjá
óvandum fólki at koma uppá oynna frá báti. Ein skal vera fótfimur og ikki óttast
hæddum. Veðrið á sjógvi og landi, kyrra og streymur eru altavgerandi faktorar,
sum skulu ganga upp í eina hægri eind fyri at hetta skal bera til. At síggja til frá
sjónum, sær oyggin rættiliga óatkomilig út, men eldsálir í Hvalba og Sandvík
hava lagt stóra orku í at gera oynna so atkomiliga sum gjørligt.

Kongar og trin eru boraði inn í klettin, stigar settir upp og lesningar lagdir og
rásir gjørdar. Eisini hava teir bygt hús/ smáttir á oynni til at húsast í og yvirnátta
í, tá teir eru í oynni.

Hetta eru inniløgumenn um ein háls, sum vilja útnytta tilfeingið og
møguleikarnar, sum oyggin hevur.

Ein túrur út her í oynna er mindfullness, sum vil nakað. Túrurin fær okkum at
liva í núinum og gloyma trega og trupulleikar hesa løtuna, tí hetta er so stórt og
eksklusivt.

Fólk gerast hugtikin og tikin av bóli, so tað ikki er pláss fyri øðrum
hugsanum. Latið okkum njóta løtuna beint her og nú, uttan at leggja ætlanir fyri,
hvat vit skulu náa í morgin og í næstu viku. Bíblian biður okkum eisini um at
gleðast og ikki stúra.

Tað eru nógv, sum hava sálarligar avbjóðingar. Talið er vaksandi, kanska serliga
millum okkara ungu. Tíbetur er farið burtur frá bert at tosa um viðgerð til meira
og meira at tosa um fyribyrging og verju. At vera úti í náttúruni er balsam fyri
likam og sál. Tað reinsar sinnið og fær okkum at gloyma gerandistrupulleikarnar
eina løtu, tí tað at vera úti í náttúruni hevur positiva ávirkan á sál og sinni. Hetta
er alment viðurkent av læknum.

Við verkætlanini ver virkin, ver saman og ver hugbundin hevur Fólkaheilsuráðið
sett fokus á okkara sálarligu heilsu. Við hesum túrinum út á Lítlu Dímun fáa vit
allan pakkan. Vit eru virkin, eru saman og eru hugtikin av tí vit síggja og av
umhvørvinum.

Søren Kierkegaard skrivaði nógv um, hvussu gott tað gjørdi honum at ganga.
Hann setti í heila tikið stóran prís uppá kropsliga rørslu og at steðga á og práta
við fólk. Í einum brævi til svigarinnuna Henriettu, sum var sjúk, bað hann hana
fyri alt í verðini ikki missa hugin at ganga. Sjálvur gekk hann seg til sína
dagligu vælveru og gekk frá øllum sjúkum. Hann hevði gingið seg til sínar bestu
tankar og kendi ongan tanka so tungan, at hann ikki kundi ganga seg frá honum.

Hvat mundi Kierkegaard sagt um hann var her í dag. Tá tað gjørdi honum so
gott at ganga mitt inni í býnum Keypmannahavn, so er tað opinlýst mangar
ferðir betri at ganga úti í Guds fríu óspiltu náttúru, sum her úti á Lítlu Dímun.
Vænti hann hevði verið motiveraður og imponeraður um hann var ímillum
okkum.

Kann fyri stuttleikar siga, at Hanus Jákupson, sum er við okkum her í dag,
hevur nátt sínum máli, sum var at koma uppá allar teir 340 skrásettu
fjallatindarnar í Føroyum. Tað eru 340 skrásettir fjallatindar í Føroyum og
Rávan var tann síðsti hjá honum, sum hjá so mongum øðrum.

Vil enda við at takka stigtakarum og fyriskiparum og teimum, ið varða av Lítlu
Dímun fyri at hava gjørt tað møguligt at hava eitt sovorðið einastandandi tiltak
sum hetta úti í Lítlu Dímun. Takk fyri at eg slapp at vera við í dag. Ynski okkum
øllum ein góðan dag víðari.

Gud signi mítt føðiland Føroyar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan