Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá filmsverkætlanini um læknastríðið, ið Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur arbeitt nógv við seinastu tíðina. 

Onki Teiti á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.05.2022 - 12:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur seinastu tíðina brúkt orkuna uppá filmsverkætlanir, og at finna egin hølir í býnum, sigur Durita Samuelsen nevndarlimur í Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Ein fastur táttur í Norðoyastevnuskránni er Norðoyastevnuteitið - ella bara teitið, sum tað verður nevnt her í Klaksvík. Tað er Klaksvíkar Sjónleikarafelag, ið tekur sær av teitinum og hevur gjørt tað í mong ár. Í ár verður tó onki teitið og vit hava spurt okkum fyri hjá sjónleikarunum hví so er. 

Durita Samuelsen, nevndarlimur sigur við okkum at tað ikki er tí at tey ikki eru aktiv. Ræðsluhúsið, ið var sera væl vitjað fór við nógvari orku, og síðani kastaðu vit okkum út í eina spennandi filmsverkætlan - walk and watch um læknastríðið, saman við SAXO.  Walk and watch, eru QR kotur, ið verða settar upp kring býin, har ferðandi eins og vit lokalu, nú fáa møguleikan at síggja smá filmsbrot um læknastríðið. Tað er Teddy Bruslund, ið gjørdi stuttrøð um læknastríðið á DR1 herfyri við Lars Løkke Rasmussen sum frásøgumanni, sum vit samstarva við, eins og fleiri góð fólk úr føroyska sjónlekaraumhvørvinum. 

Hendan verkætlanin krevur ongin hølir, og tí hevur tað verið upplagt fyri okkara limir, at vera við í hesum. Men tað er ongin loyna, at tað samstundis eisini fer ein trivaligur partur av okkara orku til at finna okkara egna heimapall. Hetta hevur verið eitt stríð í mong ár har vit hava gingið húsagongd í býnum - men nú røkist endliga fyri eini loysn, sigur ein eldhuga Durita.

 

Sleppa inn í Spinnaríið

Hesu seinastu tíðina, hevur tað verið eitt sera gott samstarv, har vit hava sitið saman og funnu útav hvussu Klaksvíkar sjónleikarafelag aftur kann finna frið og trygd í Klaksvík. Tað er stýrinum fyri Spinnaríið og Jóhonnu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini fyri at takk, at vit nú hava ein loysn fyri framman, sum livir upp til ambitiónirnar hjá felagnum, um bæði skipað og spontant virksemi, sigur Durita. 

Vit hava lagt fram hvørjir karmar okkum tørva sum sjónleikarafelag, fyri at kunna fara í holt við at menna sjónleikarayrki í øllum aldursbólkum. Vit vilja fegin lofta áhuganum sum er, tí sjónleikur er so nógv; drama, tøkni, rørsla, smíð, hugskotsmenning, og nú eisini filmsupptøkur, sum er ein grein innan sjónleikin, ið limir okkara sýnast at hava stóran áhuga fyri.

Tað er áhugin, sum skal dríva verkið, men vit ynskja eisini sum felag at kunna leiðbeina teimum, ið ynskja at skapa sær eitt yrki innan áðurnevndu øki, leggur Durita aftrat. 

Heri Ellingsgaard formaður í stýrinum fyri Spinnaríið váttar fyri Norðlýsinum, at nevndin arbeiðir við eini ætlan, har Klaksvíkar Sjónleikarafelag kemur inn í ovaru hæddina í Spinnarínum. Tey hava brúkt hølini mest og hava ynski um at brúka tað enn meira. Niðriundir verður eisini arbeitt við einum felag undir stovnan, sum skal arbeiða við museumspinnarí. Tað verður arbeitt við ætlanum, at fáa sáttmálar í lag og hetta fara vit at frætta nærri um seinni, sigur Heri Ellingsgaard við Norðlýsið at enda. 

Viðfestar eru myndir av filmsverkætlanini um læknastríðið, ið Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur arbeitt nógv við seinastu tíðina. 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu