Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk - Liden Hansen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.05.2022 - 09:16 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaða mamma, vermamma omma og langomman, Anna Katrina Malena Hansen, vanliga nevnd Liden Hansen, andaðist og bleiv jarðað.  

Takk fyri alla ta stóru hjálp og umsorgan, sum bleiv víst okkum til jarðarferðina. Eisini vilja vit takka øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu til og komu við mati og bakstri. Takk fyri troystarrík orð, bønir, vakran sang og heilsanir. Takk fyri peningagávur til Christianskirkjuna, blómur og kransar. Ein serlig tøkk fyri ta umsorgan, sum bleiv víst mammu frá Heimarøktini, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Uppistovu á Norðoya Róktarheimi, har hon búði tey seinastu árini. Takk til tykkum øll fyri trúfasta vitjan til mammu, tá hon búði heima og á Norðoya Røktarheimi.   Takk til LS og KS fyri góða og umsorgsfulla røkt. Takk til tykkum øll, sum lurtaðu á netinum og tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. 

Vegna Corona bleiv onki ervi.

Hin 4. juni 2022, ætla vit at hava eina minningarløtu fyri mammu. Hendan dagin vildi mamma blivið 85 ár.    

Verið hjartaliga vælkomin til ein kaffi/temunn í Garðinum 12, 700 Klaksvík
4 juni frá kl 14:00-16:00

Vegna familjuna,

Marian, Samly og Hans Olgar við familju.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…