Lýsing
Lýsing
Lýsing
Borgarstjórin, Karl. H. Johansen byrjaði við røðu, har hann takkaði sløkkiliðsfólkunum fyri teirra virðismikla arbeiði. | Mynd: Dávur Winther

Landsstevna sløkkiliðsmanna í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  28.05.2022 - 11:14 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sløkkiliðini kring landið hittast einaferð um árið til landsstevnu

Tað var Ernst Vágsgarð, varaleiðari á Sløkkiliðnum í Klaksvík, sum stóð fyri landsstevnuni, nú Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari er burturstaddur. Í ár er hon løgd á Norðoyastevnu í Klaksvík, har umboð fyri flest øll sløkkilið hittast – enntá úr Suðuroy.

Borgarstjórin, Karl. H. Johansen byrjaði við røðu, har hann takkaði sløkkiliðsfólkunum fyri teirra virðismikla arbeiði.

Til hesar stevnurnar eru oftast onkrir umboðsmenn við úr Danmark, sum selja ymisk sløkkiliðsamboð, búnar, ljós, slangur, ventilar, og fráboðanarskipanir – Í dag vóru umboð frá kendu fyritøkuni, GKV við.

10.00 var morgunmatur á skrá

11.00 Framløga "Andaleiðin í vanda", sum Janus Joensen skøkkiliðsmaður og kavari greiðir frá – eisini um trýstkamarið, sum hann umsitur.

12.00 Framsýnarar

13.00 Framløga "Óhapp - eldur í elbilum", sum Heini Østerø greiðir frá. Tað er kent, at tað er rættiliga torført at sløkkja ein el-bil, og skulu sløkkiliðini hava serligar útbúgvinar/skeið í hesi sløkking.

14.00 Framsýnarar

Framløgurnar eru í býráðshøllini og seinni í dag verður boðið til ein betri bita úr grillini á Sløkkiliðsstøðini.

Tað er umráðandi, at sløkkiliðini hittast og samskifta um støður, ið stingast upp og serliga at vita hvørji amboð, tey ymsu sløkkiliðini liggja inni við. Tað er er gott og tídningarmikið samstarv millum sløkkiliðini, sum so eisini sæst aftur í dag á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…
Hjartasuff um KvF og um til tíðir at gja…
Ægir skipaði fyri bólkastevnu
Upptakt: KÍ-ÍF
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Hvat ger Sjúrður nú?
Tøkk - Hannebeth Garðalíð
Terji Mørk skrivað undir við Stjørnuna
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís