Lýsing
Lýsing
Lýsing
Inger Støjberg | Mynd: Berlingske.dk

Sannlíkt at Inger Støjberg stovnar nýggjan flokk

SKRIVAÐ: Áron Sofus  |  21.06.2022 - 16:29 Politikkur Tíðindi

Í dag er tað komið undan kavi, at donsku myndugleikarnir hava góðkent nýstovnan at politiskum flokki, ið er skrásett av navninum Inger Støjberg.

Leingi er tað, ið væl skal vera, verður mangan tikið til. Soleiðis kann eisini sigast um tað bíðitíð, ið Inger Støjberg, fyrrverandi limur í danska fólkatingini fyri Vinstra, hevur verið fyri, seinastu seks mánaðirnir. Í dag eru tað nevnliga akkurát seks mánaðir síðani, at Inger Støjberg varð dømd í ríkisrættinum í Danmark. Síðani tá hava spekulasjónirnar verið nógvar, hvørt Inger fór at gevast í politikki, uppí ein annan flokk ella um hon nú fór at stovnað sín egna.

Og í dag, sum nevnt seks mánðir eftir staðfesting av dóminum hjá Inger Støjberg, er hon at kallað leys frá dóminum og deadline fyri skráseting av nýggjum floksnøvnum, er í kvøld kl. 2359. 

Tað sær nú ikki matari út enn so, at Inger hevur stovnað sín egna flokk. Navnið er at síggja til Danmarksdemokraterne (kelda: vaelgererklaering.dk). Bæði hon, og fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, Lars Løkke Rasmussen, fóru í síni tíð úr upprunaliga flokki teirra, Vinstra, og valdu at ganga aðrar leiðir. 

Umframt Lars og Inger, so er Isabelle Ahrendt, sum í mong ár hevur verið ein frontfigurur fyri Kristendemokraterne, skift yvir til Det Konservative Folkeparti. Her kann eisini nevnast, at Kristian Thulesen Dahl, ið hevur hevur limur í Dansk Folkeparti síðani 1995, og gjørdist formaður frá 2012 til í formansvali fyrr í ár, ikki stillar upp aftur fyri flokkin. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen