Lýsing

Í dag verður Sunda kommuna partur av Vanganum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2022 - 17:10 Tíðindi

Borgarar í Sunda kommunu fáa nú atgongd til fleiri talgildar tænastur í Vanganum. Hetta er eitt stórt framstig fyri borgaran, sum fer at viðføra at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og skjótari.

 

Sunda kommuna er ein av nýggjastu tænastuveitarunum, ið leggst aftrat Vanganum. Fyri borgarnar í kommununi merkir hetta at tey kunnu fara inn í Vangan at søkja um m.a. dagstovnapláss, byggiloyvi og boða frá flyting. Tað er ein fyrimunur at umsókninar ganga umvegist Vangan, tí samskiftið í Vanganum er bæði lættari og skjótari. Í Vanganum hevur borgarin harafturat møguleika, at fylgja við viðgerðargongdini og sær nær eitt mál er liðugt viðgjørt.

Sunda kommuna hevur frá byrjan sæð týdningin av at vera við í samstarvinum um felags menningina av tænastuveitingunum í Vanganum. At talgilda fyrisitingarligu uppgávurnar sparir tíð og orku í umsitingini, og ger eisini at tænsturnar ikki eru treytaðar av tíð og stað.

”At vera ein partur av Vanganum er fyri Sunda kommunu líka sjálvsagt sum at tað lýsir fyri degi.

Talgilda tilgongdin í Sunda kommunu er áhaldandi, og hava allir býráðsfundir verði talgilt stroymdir á netinum síðan 2013, og flutti kommunan seg í talgildaheimin í 2015 við at gerast pappírleys.

Sum ein stór og spjødd kommuna hevur tað avgerandi týdning, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis atgongd til okkara borgaratænastu í teirra nærumhvørvi, og við Vanganum røkka vit nú út í hvørja bygd, hvørt hús og næstan hvønn lumma í Sunda kommunu, samstundis sum ljóskaðal verður lagdur í nærum hvørt hús.” sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Í Sunda kommunu fegnast vit um samstarvið við Talgildu Føroyar, og møguleikan at luttaka í felags tilgondini saman við hinum kommunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan