USA er lopið á Venezuela
Nicolás Maduro, forseti, er handtikin.
Trump forseti sigur, at forsetin í Venezuela, Nicolás Maduro, og kona hansara vóru “fongslað og flutt úr landinum” tíðliga leygarmorgunin, og staðfesti, at USA hevur gjørt eitt stórt álop á Venezuela. Fleiri kring heimin hava hava fordømt álopið.
Delta Force, ið er ein elitudeild í amerikanska herinum, handtók Maduro, siga embætisfólk við CBS News. Uttanríkisráðharrin Marco Rubio er eisini endurgivin fyri at siga, at Maduro fór at verða ákærdur í USA, men at Rubio ikki væntar fleiri atsóknir í Venezuela. Trump-stjórnin hevur leingi ákært Maduro fyri narkotikahandil og samstarv við bólkar, sum eru skrásettir sum yvirgangsbólkar; nakað sum Maduro avnoktar.
Seinastu vikurnar hevur USA tikið tvey oljutangaskip uttan fyri Venezuela, hevur lopið á fleiri meira enn 30 bátar, sum stjórnin sigur fluttu narkotika, og rakt tað, sum Trump kallar “bryggjuøkið, har teir lasta bátarnar við narkotika.”
Nú klokkan 16 heldur Donald Trump tíðindafund í Mar-a-Lago um álopið.
Kelda og víðari lesnaður: https://www.cbsnews.com/live-updates/venezuela-us-military-strikes-maduro-trump/