Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ og Sabala avgjørdu í yvirtíðini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  29.06.2022 - 21:41 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

KÍ fekk sín torførasta dyst í ár, móti Víkingi undantikið, í kvøld.

KÍ byrjaði dystin væl og kom á odda 1-0 sum væntað. Men eftir fyrra part av dystinum, so var tað sum um at KÍ loyvdi NSÍ at fáa bóltin meir, og tað kom at kosta. NSÍ-arnir sluppu at spæla við, sjálvsálitið vaks og teir gulu byrjaðu at spæla seg fram til góðar støður og hornaspørk. Uppá eitt av hesum hornaspørkum javnaði NSÍ. Í seinna hálvleiki setti KÍ seg aftur á dystin, men NSÍ hótti í mótálopum og uppá eitt slíkt skoraði Atli Petersen fyri aðru ferð. KÍ gjørdi síðani tríggjar broytingar, og tað hjálpti. Innskifti Valerijs Sabala bleiv avgerandi munurin, tí við tveimum ‘’álopsleikaramálum’’ vendi hann dystinum, har tað seinna málið kom í yvirtíðini. Síðani satsaði NSÍ, og tað gav KÍ eitt mál afturat til úrslitið 4-2.

Hetta var fyrstu ferð í ár, at KÍ lat meir enn eitt mál ígjøgnum. Og tað var eisini sera nær við, at NSÍ framdi ársins mest óvæntað úrslit, men at enda sigraði breiddin hjá KÍ, sum kundi seta ein avgerandi leikara, Valerijs Sabala, inn frá bonkinum at venda dystinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…