Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tveir føroyskir svimjarar luttaka í European Para Youth Games.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2022 - 08:55 Ítrottur Tíðindi

Hesa vikuna eru tveir svimjarar frá Havnar Svimjifelag, Max Aron Bjarnarson og Andrias Mellemgaard í Finlandi har teir luttaka í European Para Youth Games (EPYG)

 

EPYG ein stevna har ungdómar úr øllum Europa hava høvið at kappast í ítróttagreinunum svimjing, frælsum ítrótti, boccia, borðtennis, goalball, koyristóls kurvabólti, judo, sitandi flogbólti og showdown.

Umleið 400 ítróttarfólk luttaka í stevnuni, har svimjing hevur flest luttakarar við umleið 110 ungdómum.

Stevnan er samstundis eitt gott høvi hjá nýggjum paraíðkarum at blíva flokkaðir, sum er krav fyri at luttaka í altjóða parakappingum.
Max Aron og Andrias blivu flokkaðir týsdagin og komu í flokkarnar S9, SB9, SM9, ið millum annað umfatar tey ið mangla part av útlimi.

Stevnan er frá 27. juni- 4. juli, har fyrstu dagarnir fara við at flokka nýggjar luttakarar og venja seg við umstøðurnar.
Setanin verður í dag, hósdag, og svimjikappingarnar verða fríggjadagin og leygardagin.

Hóast royndir í kappingum í Føroyum, er tað fyrsta ferðin at hesir báðir svimjararnir, sum báðir eru 12 ára gamlir luttaka í altjóða kapping, og er endamálið at teir, umframt at blíva flokkaðir, venja seg við størri kappingar, og menna seg sum svimjarar.

EPYG er annaðhvørt ár, og hevur nøkur ár á baki, men er hetta fyrstu ferð at vit hava føroyska umboðan.
Luttøkan hesuferð er tí eisini eitt gott høvi hjá Parasport Føroyum at kunna seg um stevnuna, og vónandi kunna bjóða fleiri ungum føroyskum paraíðkarum at verða við í framtíðar stevnum.

Við í ferðalagnum eru, umframt Max Aron og Andrias, Rakul Arnfríð Dam og Fríði Dam Lindberg venjarar í Havnar Svimjifelag og Tróndur Ravnsfjall umboðandi Parasport Føroyar.

Úrslit og onnur kunning um kappingarnar sæst á www.epyg2022.fi

Videobrot um flokking í paraítrótti: https://youtu.be/fZZXsdQB9KQ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Burðardygg føroysk framleiðsla - minni C…
Morgunsangur mikumorgunin í Christianski…
Klaksvíkar sløkkilið fingið nýggjan stig…
Spæl í alskyns útgávum
KÍ tekur frástøðu frá atburði­num hjá høv…
Enn bara snakk hjá samgonguni
Hvat er ein góður miðbýur?
Eldrahugni í Betesda
Hvussu hevur tín grái posi tað?
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 50 pros…
Grótverjan í Oyrunum og nýggj íbúðarbygg…
Óli Breckmann livir framvegis í oljuøldi…
Mjølnir vann stórsteypadystin
Fjallgonga fyrr og nú
Tunnilstankar – eina ferð afturat
Elsti kontórbygn­ingur í Føroyum, letur d…
Bjálvingin um at ríva seg leysa
Desperatur fólkatings­maður
Ódnin hevur bert havt smáskaðar við sær
Novo Nordisk Fonden játtar 123 mió. kr.…