Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sverri Egholm

Kári skal menna nýggjar dómarar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.07.2022 - 21:24 Ítrottur Tíðindi

Altjóða dómarin fær nýggja uppgávu.

FSF skrivar: Tann 1. august byrjar Kári á Høvdanum í hálvtíðarstarvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Uppgávan verður millum annað at menna dómararnar í feløgunum kring landið.

 

– Hetta er eitt arbeiðsøki, sum eg veruliga brenni fyri, so eingin ivi um, at eg eri spentur og gleði meg til uppgávuna, og takki somuleiðis fyri møguleikan, sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuna hjá FSF.

Tann 1. august byrjar Kári Jóannesarson á Høvdanum í hálvtíðarstarvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Uppgávan verður at hava ábyrgd av tilgongdini av nýggjum dómarum, umframt menningina av dómarum, sum eru í “Dómara 2” bólkinum.

Harafturat kemur Kári á Høvdanum at hava tætt samskifti við feløgini kring landið, og at virka sum vegleiðari og mennari hjá feløgunum og teirra dómarum.

– Vit hava nógvar dugnaligar dómarar knýttar at FSF, men eg ivist onga løtu í, at aðrir eisini eru, ið hava hug og hegni at blíva fótbóltsdómarar. Tað er teimum, sum vit skulu hava fatur á og geva so góðar umstøður sum tilber, sigur Kári á Høvdanum, ið telist millum royndu dómararnar í føroyskum fótbólti.

Kári byrjaði at døma í 2009, og seinastu fimm árini hevur hann umboðað Føroyar sum altjóða dómari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum