
Ein nýggj byrjan fyri føroyskan flogbólt
“Dysturin ímóti Belgia í kvøld og komandi landsdystirnir á hægsta stigi í heiminum eru eitt stórt fet uppeftir og ein nýggj byrjan”, sigur landsliðsvenjarin í flogbólti, Jens Bang. Og Petur Holm, formaður í Flogbóltssambandinum, er samdur.
- “Tað er tað absolutt”, sigur Petur Holm. “Tað er beinleiðis forloysandi, at eftir at vit hava meldað okkum á banan á hægsta stigi, at vit so endiliga eru her”. Hetta er fyrstu ferð, at vit luttaka í CEV-regi og í eini undankapping á allarhægsta stigi, og tað er tí at hetta kann rópast ein nýggj byrjan.
- “Tað verður spennandi at síggja, hvussu spælararnir møta tí, og tað er serstakliga spennandi at síggja, hvussu tað kann motivera spælararnar til tað, sum so kemur aftaná – bæði tær heimligu kappingarnar og so tær nýggju avbjóðingarnar á hesum sama stiginum”, sigur Petur Holm, formaður.
Um vit hugsa um sjálvan dystin í morgin, so sær Petur Holm fyri sær, at dysturin verður uppá premissirnar hjá Belgia. Dysturin verður serstakliga trupul, sigur hann, men sigur so eisini, at tað ræður um at gera ein góðan figur og at spælararnir fáa eina trúgv uppá, at føroyska landsliðið hevur nakað at gera í kappingini. Hetta hava vit longu sæð hjá U21.
Føroyar hava tikið hetta stigið út í europeiskan flogbólt saman við Íslandi, sigur Petur Holm, og tað hevur gjørt tað lættari. Føroyar eru blivnar serstakliga væl móttiknar, møguliga júst av tí, at vit hava koyrt eitt “parallelt forløb” saman við Íslandi.
Kvinnur og menn trína dansin
Talan er um bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið, ið nú spæla hesar dystirnar á hægsta stigi. Menninir spæla fýra dystir fram til 21. august, og her er talan um tveir útidystir og tveir heimadystir. Teir eru ímóti Belgia og Estlandi. Eftir ætlan skuldi eisini verið ein fimti og ein sætti dystur ímóti Ísrael, men hesir eru avlýstir, tí Ísrael er vorðið vertstjóð í staðin fyri krígsrakta Ukraina. Kvinnurnar spæla hinvegin allar sínar seks dystir, og teir eru ímóti Kroatia, Rumenia og so Ísrael. Kvinnudystirnir verða spældir frá 21. august og fram til 11. september.
Sostatt verða 10 landsdystir á hægsta stigi frá í morgin, mikudegnum, av, og fram til 11. september, tá ið mansdystirnir og kvinnudystirnir verða lagdir saman.
Tað kostar at vilja nakað
Spurdur at enda um ungdómsliðini í flogbólti svarar Petur Holm, at Føroyar hava U17-landslið, U19-landslið og U21-landslið umframt A-landsliðið. Hetta er rættiliga kostnaðarmikið, og tað er bæði vegna ferðaútreiðslurnar og uppsetingina til heimadystir, serliga hvat viðvíkir sjónvarping, er rættiliga kostnaðarmikið.
Tað fyrigongur uppá tann mátan, at tá føroyska felagið fer til útidystir, so rindar útiliðið fyri innkvartering, men afturfyri skulu føroyingar rinda, tá útilið koma hendan vegin, og gistingar í Føroyum eru rættiliga dýrar, sigur Petur Holm, formaður í Flogbóltssambandinum.
- “Tað er dýrt at hava útilið sum gestir, og umframt hetta, so uppliva vit, at krøvini rundanum heimadystirnar eru sera høg, serliga viðvíkjandi sjónvarping, og tað hevur verið ein stórur biti at fáa at hanga saman, men her kunnu vit draga nakað uppá royndirnar frá stroymingini”, sigur formaðurin í Flogbóltssambandinum at enda.
Føroyska landsliðið møtir belgiska landsliðnum í morgin kl. 19.00 og dysturin sæst her.