Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skýggj er ofta sera vøkur í skiftandi ljósi oman fyri fjøll. Er eitt lot, fer luftin upp um fjøll, niðuraftur hinmegin o.s.fr. Sjálv luftin sæst sjálvandi ikki, men bylgjur síggjast í skýfótinum. Hendan myndin er tikin seinnapartin í gjár (sunnudag) eina løtu eftir, at sólin hevur verið hægst á luftini. | Mynd: Liljan Petersen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.09.2022 - 07:32 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av eystri næstan alla vikuna. Sama lágtrýst, sum hevur ligið yvir Írlandi og teim bretsku oyggjunum og givið okkum gott veður í nakrar dagar, fer at liggja mestsum í sama stað og stýra luftina eystaneftir ímóti okkum.

Brúgvaløgini – tað er har regnið er – sum hoyra til hetta lágtrýstið, rukku ikki allan vegin til okkara í síðstu viku. Men tað fara tey onkra løtu hesa vikuna. Tað verður regn onkran dag og fleiri dagar við ælaveðri.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: 5 til 10 m/s av eystri. Samdrigið og út á dagin skýggjað. Turt í morgun, men tað fer at regna um seinnapartin og í kvøld. 

Hitin í dag fer at liggja um 11 til 13 stig.

Týsdag: Eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn um morgunin og út á fyrrapartin. Seinnapartin ælaveður.

Hitin í morgin fer at liggja um 11 til 14 stig.

Mikudag: Eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og turt tó okkurt ælið í støðum.

Hitin mikudagin fer at liggja um 11 til 15 stig.

Hósdag: Landnyrðingur eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður um náttina og út á fyrrapartin. Eftir tað samdrigið og fyri tað mesta turt.

Hitin týsdagin fer at liggja um 10 til 13 stig.

Fríggjadag: Eystan, 2 til 7 m/s. Fyrrapartin lækkar hann niður í sunnan, vindferðin fer at liggja undir 5 m/s. Skýggjað og regn um náttina og út á fyrrapartin. Seinnapartin samdrigið og turt.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 9 til 13 stig.

Leygardag: Landsynningur, undir 5 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt.

Hitin leygardagin fer at liggja um 8 til 11 stig.

Sunnudag: Undir 5 m/s av ymsum ættum. Skýggjað og ælaveður um náttina og út á morgunin. Eftir tað samdrigið, sólglottar og yvirhøvur turt.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 8 til 10 stig.            

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan frá Fram Prince
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz
Jóla­heilsan frá Kongsborg
Jóla­heilsan frá Samskip Kvitnos
Jóla­heilsan frá Hav Skandic
Jóla­heilsan fra Tuugaalik
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke