Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd: Oliver Joensen

Stórsigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.09.2022 - 18:06 Ítrottur Tíðindi

Stjørnan hevur í dag verið suðuri í Vági og leikt ímóti VB. Úrslitið gjørdist ein greiður  38-24 sigur til Stjørnuna. Í hálvleikinum hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 16-10.

Eftir at VB seinasta vikuskifti spældi ein javnan og spenndandi dysti ímóti Neistanum, sum Neistin tó vann við trimum málum, varð roknað við einum jøvnum dysti í dag, men stjørnukvinnurnar vildu tað ørvísi. Tað gekk javnt á fystu løtunu, men sum fyrri hálvleikur leið, tók Stjørnan leiðsluna, og kundi fara til hálvleiks við eini seksmáls leiðslu.

Gongdin var tann sama gjøgnum seinna hálvleik. Stjørnan økti støðugt um leiðsluna. Kreftirnar vístu seg at ganga undan hjá heimaliðnum, og tað gav Stjørnuni møguleikar til fleiri skjót mótálop. Serliga var tað samanspælið millum málverjan hjá Stjørnuni Ditte Sørensen og Tóru Eliasen sum riggaði væl. Ditte hevði nøkur sera neyv útkøst til Tóru sum var farin í skjótt mótálop, og skorari hon ferð eftir ferð. Eisini unga Bergit Svarvadal, sum spældi sín næsta dyst á besta liðnum, fekk okkurt mál uppá skjótt mótálop.

Stjørnan er nú á veg norður aftur við tveimum stigum í skjáttuni, og hevur nú fýra stig fyri tveir dysti. Ein góð byrjan uppá kappingaárið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026