Lýsing
Lýsing
Lýsing

Blái Krossur nýggja heimasíðu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.09.2022 - 13:15 Tíðindaskriv

Nú er nýggja heimasíðan hjá Bláa Krossi tøk á netinum - www.blakross.fo. Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, vísir á týdningin, við at Blái Krossur Føroya hevur eina góða og snøgga heimasíðu: “Hjá okkum í Bláa Krossi er neyðugt, at vera sjónlig á internetinum og annars í sosialu miðlunum fyri at vísa fólkið á tey nógvu tilboðini, ið Blái Krossur bjóðar. Vit ynskja, at gera tað lætt hjá fólkið at leita sær upplýsingar um okkara arbeiði, og finna fram til hvat tilboð passar best til teirra tørv.”

Gamla heimasíðan hjá Bláa Krossi var vorðin gomul, og tí varð stig tikið til at gera eina nýggja heimasíðu við vøkrum einfaldum sniði og fyri at vísa á vaksandi virksemi á ein einfaldan hátt. M.a. eru tilboðini býtt upp trý: 1) børn og familjur, 2) ung og 3) vaksin, so at fólk skjótt kunnu trýsta seg inná tað tey hava tørv á. Umframt hetta eru tað nú betri umstøður at leggja myndir og videobrot út, at lata pengar til Bláa Kross á netinum, og so hon er tøkniliga lættari at arbeiða við.

Ovast á síðuni liggur ein bannari har tað ber til at sleppa beinleiðis til heimasíðurnar hjá Blákrossheiminum, Liv Lívið, Títt Rúm, Dat Ung og Set orð á. Arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya er stórt og fjølbroytt, og hetta er gjørt fyri at tað skal vera lætt hjá fólki, at finna tað tey leita eftir.

Dakko Petersen er vælnøgdur við nýggja heimasíðuna: “Vit gleðast um at hava fingið eina greiða og snøgga heimasíðu, har lætt er at finna teir upplýsingar, fólk hava brúk fyri. Serliga nú landsinnsavnanin hjá okkum nærkast.”

Tað er Beak, ið hevur gjørt síðuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…