Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Egon hevði altíð ”en plan” – tað hava landsins myndugleikar ikki!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  23.09.2022 - 08:38 Bloggur Tíðindi

Kanska hava Strandferðslan og Samferðslunevndin hjá Løgtinginum valt at hava neyðars Egon Olsen sum eitt ræðsluumboð, tí tað gekk sjáldan ella aldrin, sum Egon ætlaði, tá hann hevði ”en plan”. Men spurningurin er kortini, um planloysi ella væntandi langtíðarætlanir eru ein haldgóð loysn!

 

Er tað ov mikið sagt, at tað tykist at valda eitt vist plan- ella ætlanarloysi innan samferðsluøkið í Føroyum? Nýliga hava vit sæð í yvirskriftunum, at myndugleikanir hava onga ”plan” fyri siglingina millum Gomlurætt og Hest, tá Sandoyarsiglingin brátt verður niðurløgd. Ei heldur hava myndugleikarnir nakra ”plan” – nakra ætlan – um broytingar á Suðuroyarleiðini, nú tað skjótt verður koyrandi hálvan vegin av Streymoynni og til Suðuroyar. Egon hevði altíð en plan, landsins myndugleikar hava konsekvent onga plan!

Í Hesti vilja tey fegin hava Teistan at halda fram við at sigla í oynna, tá Sandoyðarleiðin verður niðurløgd. Teistin er rúmligt og nýtt skip, tekur 288 ferðafólk og 33 persónbilar ella 2 trailarar og 12 bilar. Er tað neyðugt í Hesti, har tað búgva 17 fólk í oynni? Kann ein her tosa um yvirkapasitet? Ella er talan um komiskt planloysi?  Sjálvandi skulu fólk í Hesti hava eitt hóskandi skip, bygt til umstøðurnar, og munandi biligari í rakstri enn Teistan. Lappaloysnir eru í longdini tær dýrastu fyri samfelagið.

Úr eystri rópa nólsoyingar, at so skulu teir hava Teistan. Tað ljóðar helst rímiligt. Men ein góðan summardag kann Teistin føra 288 ferðafólk, og í Nólsoy búgva 233 fólk – so er her ikki talan um planleysan yvirkapasitet? Tað er ikki ólavsøka ella ovastevna hvønn dag! Um 33 persónbilar à 3,75 metrar fóru í land í Nólsoy fleiri ferðir um dagin so hevði verið skjótt at fylt allar vegirnar í oynni, so ikki bleiv koyrandi. Er her talan um yvirkapasitet ella um komiskt planloysi? Sjálvandi skulu nólsoyingar hava eitt hóskandi skip, sum er bygt til umstøðurnar, og munandi bíligari í rakstri enn Teistin. Lappaloysnir eru, sum longu nevnt, í longdini tær allar dýrastu fyri samfelagið. Mong vilja vera við, at besta dømið um tað er nýggja tvíkiljan hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir!

Tá Ternan bleiv bygd, var hon lívsæðrin millum Norðoyggjar, har tað tá búðu gott og væl fýra túsund fólk, og meginøkið. Har vóru fleiri stór vinnuvirki og stórir framhaldsskúlar báðu megin Leirvíksfjørð – nú skal hon røkja tey 233 fólkini í Nólsoy og teir 1,5 km av vegi har. Tað sigur seg sjálvt, at tonnaga, maskinorka og manningarorka eigur altíð at vera lagað eftir umstøðunum – alt annað er oyðsl av orku og peningi.

Um summarið er long bíðirøð av bilum at koma í Kallsoynna at vitja Kópakonuna og grøvina hjá Jákupi Bónda (James Bond). Í Kallsoynni eru hóast alt vegir – hví siglir Ternan ikki í Kallsoynna, har tørvur er á størri bilferju, meðan Sam kundi røkt Nólsoynna, har næstan ongir vegir eru, og tí lítil tørvur er á stórari bilferju? Er tað tí, at nólsoyingar rópa harðari enn kallsoyingar og liggja nærri høvuðsstaðnum?

Fyri øllum øðrum enn landsins myndugleikum og suðuroyingum er tað ófatiligt, at nýggja farleiðin um Sandoynna ikki verður gagnnýtt, nú hon verður ein veruleiki innanfyri eitt ár. Ein summarruta millum Hvalba og Sand, sum siglir fimm/seks ferðir um samdøgrið, tykist at vera ein sjálvfylgja fyri øll uttan landsins myndugleikar og suðuroyingar. So kann Smyril taka sær av vetrarsiglingini, um tað er tað, suðuroyingar ynskja, og fara av landinum í friði og náðum, uttan roks og dikkedar, til viðlíkahald tey næstu tíggju árini, meðan bíðað verður eftir tunlinum. Og so kundi Sandoyartunnilin gjørst eitt búskaparligt íkast heldur enn búskaparligt burturkast!

Men NEI! Her er ongin plan á økinum. Helst fáa vit eitt suðuroyarskip afturat, sum, umframt íløgur, fer at økja árliga undirskotið á farleiðini við einum 200 milliónum afturat. Lappaloysnir eru, sum kunnugt og nevnt, í longdini altíð tær dýrastu! Hví ikki sleppa vanahugsanum og nýta hugflogið í staðin?? Føroyingar megna at vera skilagóðir á so mongum øðrum økjum; hví ikki tá talan er um innanoyggjasamferðslu?

Ein kann hugsa sær, at Strandferðslan man vera eitt hitt torførasta leiðsluarbeiðsplássið í landinum, tí politikarar við egináhugamálum, max. fýra ára tíðarsjónarringi og ongum skili, støðugt  blanda seg uppí leiðsluna. Men roynið nú fyri einaferðs skyld at hugsa út um næsta valskeið og til landsins besta, og at skapa heildarloysnir, so at fólkið saman við Benny og Kjeld fyri einaferðs skyld kann rópa: Skide godt!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Føroyar og Bretland skulu knýta sterkari…
Hetta sigur Magne Hoseth um skaðastøðuna…
KÍ ynskir at broyta sínar lógir
Jógvan Arge signerar í Alfa bókhandli fr…
Tryggingarkundar sleppa undan bíðitíð ti…
Krepputilbúgvingin skal verja øll
Hanus Toftheyggj nýggjur stjóri í Sjúkra…
Bil-leygardagur á Toyota í Klaksvík
Jólahugni í Plantasjuni
Betri umstøður í bátahyli­num á Borðoyarv…
Nýtt rørportur í Árnafirði
Bakkafrost við á heimsins fyrsta 100% gr…
Avgjørdu dystin við góðum endaspurti
Politikarar válka sær í peningaligum ser…
KÍ uttan Árna Frederiksberg og Jóannes B…
Sanna Dahl á Bókasavninum
Greining um avgerandi dystin hjá KÍ móti…
KÍ-leikari hevur fingið álvarsaman skaða
Vit hava brúk fyri tykkara hjálp til jól…
„Stóra jóla­lyftið“ – nýtt barna­tilfar fr…