Lýsing
Lýsing
Lýsing
António Guterres, sum er aðalskrivari í ST, biður nú heimin um at gevast við revsitiltøkunum ímóti Russlandi | Mynd: Yuki Iwamura/Ritzau Scanpix.

Guterres: Steðgið revsitiltøkunum ímóti Russlandi!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2022 - 14:30 Politikkur Tíðindi

Maturin í heiminum kann fara at ganga undan, ljóða óhugnaligu boðini frá ST-aðalskrivaranum, António Guterres. Tí heitir hann nú á heimsins lond um at steðga við revsitiltøkunum ímóti Russlandi, herundir útflutningi av russiskum tøði.

Tað er altavgerandi, at øll lond taka burtur forðingarnar fyri útflutningi av russiskum tøði, skrivar Guterres á Twitter.

Bøndur eru trýstir

Prísurin á tøði er farin langt upp, og tað er nakað sum bøndurnir í Vesturheiminum hava merkt. Tað er ein avleiðing av, at Russland hevur valt at steðga útflutningin av tøðum. Tað eru øktu prísirnir, sum hava fingið Guterres at koma við áheitanini.

- “Um marknaðurin av tøðum ikki kemur í eina fasta, lægri legu aftur, kunnu vit fáa eitt heimsumfatandi matvørutrot longu komandi ár”, skrivar António Guterres.

Revsitiltøkini

Høvuðs-svarið hjá londunum í Vesturheiminum upp á kríggið í Ukraina hevur verið við revsitiltølum. At heimurin nú letur munandi færri vørur til Russlands hevur gjørt, at russar noyðast at framleiða nógv meira sjálvir, og tí er eftirspurningurin eftir tøði eisini vaksin innanhýsis í Russlandi. At Russland hevur steðgað útflutninginum av tøði er soleiðis ikki bert eitt aftursvar upp á revsitiltøkini úr vesturheiminum, men verður eisini gjørt, tí tað er neyðugt fyri Russland.

Tað er ikki fyrstu ferð, at aðalskrivarin í ST heitir á Vesturheimin um at avtaka ella linka revsiatgerðirnar ímóti Russlandi í sambandi við tøð-prísirnar. Tað gjørdi hann eisini í mai, men hesaferð er hann enn meira hvassorðaður og álvarsamur. Hann sigur stutt og greitt, at heimurin kann hava ov lítið at eta komandi ár.

 

 

Kelda: Ekstrablaðið (leinki)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina