Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt 5G net í heimsflokki

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  24.09.2022 - 08:30 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Runt umkring allar Føroyar verða dagføringar gjørdar á netkervinum hjá Føroya Tele í hesum døgum.

Í dag varð gamla 22 m høga masturin hjá Føroya Tele í Klaksvík tikin niður. Hon var sett upp miðskeiðis í 90-unum. Síðani varð nýggj mastur við hópin av nýggjum samskiftirútbúnaði sett upp – henda masturin er 24 m og vigar um 6 tons við allari útgerðini á.

Í høvuðsheitum er talan um aðalmálið, sum er 5G, ið krevur hesar dagføringar. Um somu leið verða bæði 2G, 3G og 4G netið dagført. Eisini verða FM, Televarpið, VHF og onnur samskiftisútgerð dagførd.

Hetta er alt kostnaðarmikið, men hevur og er málið hjá Føroya Tele, at teir vilja veita heimsins besta samskiftisnet í Føroyum. Tó at henda dagføring er kostnaðarmikið, so skal hon ikki ganga útyvir brúkaragjøldini, verður sagt at Føroya Tele.

Flúgvandi 5G

Nú seta vit ferð á arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja 5G omaná. Tá ið alt er skift út, tendra vit 5G fyri øllum í senn. Tá ið alt dagføringararbeiðið er liðugt, verður tendrað, og farnetið er til reiðar at geva tær flúgvandi skjótt 5G, siga tey á FT.

Í Klaksvík var í dag eitt netlið, sum stóð fyri at taka niður mastur, útbúnað og seta nýtt upp. Teirra millum tríggir mans úr Pólandi, sum umboða Ericsson í hesi verkætlanini.

Nú situr at kalla allur útbúnaður á mastrini og síðani fipurkaðalar inn í húsið. Hetta merkir samstundis, at tað, sum er inni í húsinum, er rættiliga lítið rúgvusmikið.

Á Heimasíðuni hjá Føroya Tele skriva tey m.a: “Um ársskiftið skal nýggja farnetið hjá Føroya Tele takast í nýtslu. Hóast talan er um stórt inntriv, og avbjóðingar hava stungið seg upp, hevur arbeiðið gingið væl. 

Tveir mánaðir eru gingnir, síðani Føroya Tele fór í holt við landsumfatandi arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja nýtt net við 5G. At seta nýggja útgerð upp er ein drúgv tilgongd, men sum heild hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl”. 

48 antennur eftir

Fleiri enn 100 fólk frá bæði Føroya Tele og Ericsson eru knýtt at verkætlanini, og higartil er á 102 antennum settur upp dagførdur samskiftisútbúnaður á ymiskum støðum kringum í landinum. Um 48 antennur skulu dagførast afturat. 20 nýggjar mastrar verða settar upp, sum henda í Klaksvík.

Nú restar at dagføra eini 48 støð, sum sagt. Um veðrið háttar sær, er málið  framvegis at taka nýggja farnetið í nýtslu um ársskiftið, siga tey frá Føroya Tele.

Tá ið fyrra masturin var sett upp miðskeiðis í 90-unum, var krav sett um, at fundamentið skuldi hava ávísa stødd og styrki. Sverre Biskopstø, sum sæst á tí einum myndini, teknaði fundamentið. Hann arbeiddi sum byggifrøðingar hjá Telefonverkinum. Oddni Biskopstø stóð fyri at gera fundamentið. Kanjon leveraði beton.

Hjá Oddna arbeiddu Volmar Biskopstø og Óli Lydersen. Allir nevndu mans síggjast á gomlu áhugaverdu myndunum, sum Sólbjørn Jacobsen, stjóri tók. Nú tá ið henda masturin skuldi upp at standa og størsti parturin av ritbúnaðinum skuldi verða upp í mastrini, heldur enn inni í húsinum, so vórðu enn størri krøv til fundamentið, sum bleiv víðkað fyrr í vár - og hesaferð av Kanjon, sum eisini leveraði beton. 

Alt tilfarið, sum nú verður tikið niður úr mastrini, verður so ella so endurnýtt. Kaðalar verða sendar til eina fyritøku í Danmark, ið endurvinnur kopar og aluminium, sum eru í leiðingunum. Ritbúnaðurin verður seldur longur suður í Europa, har hann eisini verður endurnýttur.

Í hjáløgdu myndunum eru eisini myndir, sum Sólbjørn Jacobsen, stjóri á Telefonverk Føroya Løgtings tók, tá ið uppruna fundamentið til mastrina varð stoypt miðskeiðis í 90-unum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður