Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v: Árni Jakobsen, nevndarformaður, Jóhan J. Joensen, stjóri og Pætur Á. Jakobsen, stjóri

Pætur Á. Jacobsen og Jóhan Joensen stjórna nú SMJ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2022 - 10:00 Tíðindi Vinna

Á áhugaverdum netverksfundi hjá Vinnulívsráðnum, ið varð hildin á Skúlatrøð, var ein teirra, ið luttók við framløgu á fundinum, Pætur Árnason Jacobsen í fyritøkuni SMJ. Pætur er nýliga sjálvur annar útnevndur til stjóra í fyritøkuni, ið stendur í stórum vøkstri. Norðlýsið fekk orðið á Pætur til eitt prát um SMJ fyrr, nú og í framtíðini. 

 

(grein úr blaðnum)

 

Sofus Martin Jacobsen, sum bókstavirnir SMJ eru eftir, og sum var abbi Pætur, flutti aftur til Føroya í 1969. Hann var annars væl etableraður verkfrøðingur í Keypmannahavn, har tey trivust væl, men avgjørdi at flyta aftur til Føroya í 1969. Beinanvegin byrjaði hann við HVS, hita, vatni og saniteti, og at ráðgeva um m.a. ventilatión. Stóra ítróttarhøllin á Nabb í Tórshavn var eitt av fyrstu føroysku projektunum, Sofus Martin var við til. 

Annars stóð Sofus Martin Jacobsen fyri ráðgeving og heilt nógvum vatnveitingum til ymiskar kommunur og til flakavirkini, ið fjølgaðust um sama mundið. Vatnverkið í Villingardali er eisini eitt av hansara projektum, og til tað var sonur Sofus, Árni, ið er pápi Pætur, eisini við. Tey í fyritøkuni SMJ eru sera stolt av vatnverkinum enn tann dag í dag, og tey vitja javnan aftur við nýggjum starvsfólkum at sýna hendan stoltleikan fram, tí framvegis koyrir verkið væl.

Í 1990’unum dalaði virksemið hjá SMJ niður í so gott sum onki, men vaks spakuliga aftur um ártúsundsskiftið. Árni gjørdist stjóri í 2003, og stutt eftir doyði Sofus Martin alt ov ungur. Hann gjørdist einans 68 ár.

Árni hevur rikið fyritøkuna frá 2003 og til november í fjør, 2021. Síðani tá hava feðgarnir Árni og Pætur verið stjórar saman, og nú fer Árni so frá sum stjóri. Jóhan Joensen kemur inn í leiðsluna sum stjóri afturat Pæturi, og Árni heldur fram sum nevndarformaður í fyritøkuni. Tey seinastu 8-10 árini hevur SMJ serliga satsað uppá alivinnuna, og tey stóru projektini, Pætur hevur verið við til, hava verið Smoltstøðin inni í Dølum nærhendis Viðareiði, Strond og Norðtoftir, og samstundis er fyritøkan farin at gera seg galdandi uttanlands. SMJ er við til tríggjar smoltstøðir í Íslandi og einari risasmoltstøð í Noregi. Tað er servitanin innan alivinnu, ið har verður gagnnýtt. 

Í 2013 keypti táverandi stjórin partapeningin í KJ Elráð frá Kristmar Johannesen, og Kristmar er nú í starvi hjá SMJ og er ein av lyklapersónunum innan el-økið. Eisini útmerkar SMJ seg innanfyri teknisku feltini, t.e. ljós, hita, streymveiting, stikkkontaktir v.m. Tá tað kemur til tílík arbeiði, samstarva tey í fyritøkuni vanliga við arkitektar og aðrar fakbólkar, meðan tá talan er um alivinnu, er tað meira beinleiðis samstarv millum SMJ og kundan. 

Fyritøkan SMJ telur í dag 40 starvsfólk, býtt á 4-5 kvinnur (ein teirra er ávegis at skifta starv) og 36 menn, og stóri hópurin var ein av orsøkunum til, at neyðugt var við 2 stjórum. Pætur nevnir, at teir á tann hátt kunna sparra sínámillum. 

Beint nú er SMJ í gongd við ein bygning í 3 hæddum í sjálvum hjartanum av Klaksvíkini, tætt við har, sum skoytubreytin plagar at vera. Bygningurin skal verða umleið 400 m², og umsóknin um byggiloyvi fer avstað í næstum. Ætlandi skal SMJ sjálvt hava eina av hæddunum, ið verður tann ovasta. So skal niðasta hæddin leigast út, allarhelst til handilsvirksemi, og tað sama skal mittasta hæddin, allarhelst til skrivstovuvirksemi. 

 

 

SMJ hevur virksemi í bæði Íslandi, Noregi og í Danmark, har ein av teimum heilt stóru uppgávunum hevur verið hiti, ventilatión og fjarhitaskipanir til ein risastóran bygning upp á umleið 8.000 m² nær við Nørreport í Keypmannahavn. Talan er um eina umbygging. Fyri at seta tað í perspektiv kann sigast, at skúlin á Skúlatrøð er umleið 4.000 m². 

Nýútnevndi stjórin sigur, at virksemið í Føroyum er serstakliga svingandi. Frá at hava ómetaliga nógv at gera í periodum, eru tað eisini periodur, har fyritøkan fyri tað kundi verið hálverað, so ógvuslig eru sveiggini. Tað er virksemið uttanfyri Føroyar, ið ger, at arbeiðið er meira stabilt, og at kundarnir kunnu fáa ta bestu tænastuna, SMJ kann bjóða. Nýggi stjórin dylur ikki fyri, at fyritøkan er opportunistisk í so máta, skilt á tann hátt, at hon aktivt søkir eftir uppgávunum. 

Sum eitt kuriosum nevnir Pætur, at teir høvdu møguleika fyri eini uppgávu áljóðandi ikki færri enn fimm ársverk heilt niðri í Tasmania, men at Corona helst forkom tí møguleikanum. So fyritøkan er veruliga úti um seg og ræðist ikki eksotiskar uppgávur. SMJ er í dag ein fyritøka við stórum sjálvsáliti, og tað stavar frá, at tey hava sera væl útbúgvin fólk, ið eru serfrøðingar á hvør sínum felti. Talan er um maskinmeistarar, el-installatørar, verkfrøðingar, lívfrøðingar, fíggjarfrøðing og ein kemiingeniør ella evnafrøðisverkfrøðing. 

Pætur sigur at enda, at tey á SMJ eru altíð til reiðar at tosa við fólk, ið útbúgva seg innan fakøkið, tað veri seg um lestrarstørv, praktikkpláss, bacheloruppgávur og kandidatuppgávur. “Hetta er nakað, vit hava sera góðar royndir við”, sigur Pætur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði
Onkutíð er neyðugt at bróta upp um ermar
Eg var helst fyrsti HF'ari í Føroyum
Kirkju­kjalla­rin: Tá Kambur sakk
”Munur er á at siga ósatt og at siga ósa…
Birgir Sigurðsson úr Klaksvík ger vart v…