Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sum Norðlýsið skilir hetta málið, var ætlanin at hava fullfíggjaða kyns-javnstøðu á hesi myndini - 7 kvinnur og 7 menn. Men eftir øllum at døma er vátt komið í reiðrið, soleiðis at sjeynda kvinnuliga valevnið hvørki slapp á mynd ella lista. | Mynd: Javnaðarflokkurin

Sammóðir vend í hurðini?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.10.2022 - 15:04 Fólkatingsval 2022 Politikkur

Norðlýsið skilir, at ein kvinnuligur útiseti, ið er sammóðir og við barn, hevði í hyggju at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið 31. oktober, og at tað var komið so langt, at klárt var at taka mynd av valevnunum, har hendan kvinnan skuldi vera við á myndini. Men tá ið hon var komin til Føroya, slapp hon brádliga ikki á listan, og tíansheldur á myndina, kortini.

Sum Norðlýsið hevur skilt støðuna, var tað eitt annað kvinnuligt valevni, ið hevði sett floksleiðsluni eitt ultimatum. At slapp hendan kvinnan á javnaðarlistan, so trekti hon seg. Leiðslan bakkaði fyri henni, og tískil slapp útisetin og sammóðurin ikki á listan. Sammóðirin, ið er við barn, var annars komin allan vegin til Føroya til myndatøkuna.

Í løtuni verður roynt at fáa fatur á ábyrgdarpersónum í Javnaðarflokkinum, ið annaðhvørt kunnu vátta, avsanna ella viðmerkja søguna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…