Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eirikur Lindenskov í samrøðu við vertin í Dagur og Viku | Mynd: kvf.fo

Búgva vit í sama landi?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.10.2022 - 21:02 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er ófrættakent at hoyra frelstu meiningarnar um komandi fiskivinnusamráðingarnar frá teimum, ið hava sína dagligu gongd á bonaðu gólvunum og í flógvu skrivstovunum í Havn. Eftir Degi og viku mánakvøldið at døma vilja tey slíta alt fiskivinnusamstarv við Russland, kosta hvat tað kosta vil, bert fyri at senda eitt signal út.

 

“Eg var mær og vitjaði bróður”, yrkti Símun av Skarði, meðan hann starvaðist á Føroya Fólkaháskúla handan Klakk í 1905. Nú stórthundrað ár seinni hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, gjørt tað sama og vitjað stórabróður ella starvsbróður sín, Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra í Noregi, og boðskapurin var ikki til at fara skeivur av: Noreg metir tað ikki senda skeivt signal út í heim at fara undir fiskivinnusamráðingar við Russland.

Noreg er eitt tað ríkasta landið í verðini, um ikki tað ríkasta, og situr á knapt 12 billiónum (!) norskum krónum í Oljugrunninum einsamøllum. Teir kunnu tí stórt sæð gera, sum teir vilja, og eru ikki trýstir til at fara undir samráðingar við Russland. Tá teir so kortini meta, at tað er tað rætta at gera, og at heimurin ikki fer at harta Noreg fyri tað, so er tað tí, at teir veruliga meina tað.

Í dag bendi løgmaður tað so í neon fyri floksformonnunum, men líkt er til, at tað var sum at sletta vatn á gás. Í Degi og viku segði formaðurin í Tjóðveldi, at teirra flokkur var treytaleyst ímóti at fara undir fiskivinnusamráðingarnar. Formaður Miðfloksins varð í somu sending endurgivin fyri at hava somu støðu. Teir broyttu ikki støðu av at hoyra boðskapin úr Noregi útlagdan fyri sær.

Tað er helst almenn vitan, at Jenis av Rana væntar, at Várharra nokk skal verja okkum ímóti mistum fiskivinnurættindum, og forholdið hjá Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen til føroysku fiskivinnuna kenna vit øll frá seinasta valskeiði. Tað er tí onki óvæntað í, at hesir vilja kubba á stokkinum. Mest margháttliga partinum av innslagnum stóð Eirikur Lindenskov tí fyri.

Stjórin í Miðlahúsinum tosaði orðarætt um fiskivinnuna sum “tann vinnan, sum verður rakt”, um ongar fiskivinnusamráðingar vera. Og hesin hátturin at hugsa uppá tykist vera hin sami millum floksformenninar í stóru andstøðuflokkunum, sum saman við blaðstjóranum í Miðlahúsinum og formanninum í Miðflokkinum búgva í miðstaðarøkinum. Ein hugsanarháttur, ið ljóðar okkurt sum “tað man ikki gera so nógv, at fiskivinnan verður rakt; tað hendir ikki í okkara bakhava”.

Men hóast retoriska spurningin í yvirskriftini, so búgva vit altso í sama landi, í sama samfelagi. Og tað fer heilt víst eisini at raka miðstaðarøkið, um vit bara kvetta fiskivinnusamstarvið við Russlands. Tey alment løntu í Havn fara gamaní ikki at vera eins skjótt rakt, og helst ikki líka meint rakt heldur, men tey fara at vera rakt á ein hátt, ið kann merkjast, tá Landskassin stendur og manglar inntøkurnar frá fiskivinnuni. Lat ongan iva vera um tað.

Vit eru ein pinkulítil fiskivinnutjóð. At slíta fiskivinnusamráðingarnar bara fyri at senda eitt signal út fer ikki at nerva Russland í heila tikið. Als ikki, tá Noreg fer til líknandi samráðingar. Tað fer tí bara at raka okkum sjálvi. Ikki bara Barentshavsflotan, ikki bara fiskivinnuna, ikki bara Norðoyggjar og Eysturoy, sum onkur kanska heldur, men allar Føroyar. Tí vit búgva í sama landi.

Í hesum málinum er stóribróður, Noreg, gingin undan, og hann hevur víst okkum á eina gongda leið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er styrkismett nummar 133 hjá UEFA
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nýggj kunngerð um avmarkandi tiltøk í sa…
Linga og Mallus endur­prentað
Eitt brak av upphiting í KÍ-høllini fríg…
Maðurin í Koltri
Jóla­skipið og Ársins Rósa
Pensjonistabólkur vitjaði borgar­stjóran
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg
Myndarøð: Kvinnulands­liðið vitjaði Kjølb…
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…