Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í 2015 vóru 19 fastir læknar í starvi í føroyska heilsuverkinum. Í 2019 var talið komið upp á 28 læknar, og tað sá bjart út. Men nú er talið heilt niðri á 18, t.v.s. lægri enn fyri sjey árum síðani, og hetta hóast at vit hava havt stóran fólkavøkstur somu ár.

Hvat ætlar Sambandsflokkurin við Læknavaktini?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2022 - 22:20 Leiðarin Politikkur

Í 2019 fór Sambandsflokkurin til val við nógvum gyltum lyftum um at betra um heilsuverkið. Onkur teirra eru framd, treyðugt so, men tá tað kemur til Læknavaktina, er flokkurin, ið umsitur heilsumál, at síggja til dumpaður. Tað, sum hendir við Læknavaktini í hesum døgum, kann Landsstýrið ikki bjóða Føroya fólki.

 

Nýliga frættist, at Læknavaktin 1870 verður bumbað aftur í tíðina. Ein vakthavandi lækni á Landssjúkrahúsinum og 1-2 tilkallivaktir ella “koyrilæknar” verður reduserað niður í ein vakthavandi lækna og ongan koyrilækna. Tann vakthavandi læknin má út at koyra, gerst tað neyðugt. Og ringir tú 1870, kanst tú fáa boð um at bíða, til tín kommunulækni aftur hevur viðtalu dagin eftir ella aftaná vikuskiftið.

Hendan støðan er púra óhaldbær, eitt nú um tað berst soleiðis á, at tvær hendingar, ið krevja akutta læknahond, henda samstundis.

Her er talan um eina grundleggjandi kjarnutænastu í vælferðarsamfelagnum Føroyum. At fáa læknahjálp kring sólarringin er ikki bert ein sjálvfylgja í einum vælferðarsamfelagi, tað er bókstaviliga lívsneyðugt. Vit klára okkum gamaní so dánt við nýggju skipanini, um bert ein tilburður hendir í senn, men vit verða í dýrastu neyð, skuldu fleiri tilburðir hent samstundis.

Hvussu kundi tað koma so vítt? Í 2015 vóru 19 fastir læknar í starvi í føroyska heilsuverkinum. Í 2019 var talið komið upp á 28 læknar, og tað sá bjart út. Men nú er talið heilt niðri á 18, t.v.s. lægri enn fyri sjey árum síðani, og hetta hóast at vit hava havt stóran fólkavøkstur somu ár.

Fyri at svara spurninginum um, hvør hevur ábyrgdina av hesum, mugu vit vita, hvønn vit skulu spyrja. Men spyrja vit Landssjúkrahúsið, har Læknavaktin húsast, fáa vit bara at vita, at sjúkrahúsið bert leggur høli til, og hevur annars onki at gera við kommunulæknavaktina. Tað er eisini undir lágmark, at Landssjúkrahúsið ikki verður kunnað fyrrenn sama dag ella dagin fyri um hesar broytingar. Vit fáa eisini at vita, at apan liggur onkustaðni millum Fíggjarmálaráðið, Heilsutrygd og Heilsumálaráðið. Og hesir stovnar peika sjálvsagt eftir hvørjum øðrum.

Vit skulu tó ikki mála tann grábeinta á veggin. Batar eru eisini framdir á heilsuøkinum undir hesi samgonguni. Vit ivast heldur ikki í, at eftirverandi læknavaktin fer at kýta seg so nógv sum gjørligt fyri at veita bestu tænastuna undir nýggju kørmunum. Men hvussu so víkir og vendir, so stendur Føroya fólk til at fáa eina verri grundleggjandi heilsutænastu, og tað kann ikki góðtakast.

Tað er Sambandsflokkurin, ið umsitur heilsumál. Tað er eisini Sambandsflokkurin, ið sjálvboðin hevur gjørt heilsupolitikk til sítt hjartabarn hetta valskeiðið, og hetta kann sigast at vera próvtøkan hjá flokkinum.

Landsstýrið við Sambandsflokkinum á odda eigur at taka eitt time-out, har ætlaðu broytingarnar viðvíkjandi Læknavaktini verða steðgaðar í øllum førum fyribils, og gamla skipanin longd. Valstríðið er síðani eitt gylt høvi hjá Sambandsflokkinum – og øðrum – at greiða frá, hvat teir vilja við m.a. Læknavaktini.

Tann 8. desember bíðar fólksins dómur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reisigildið Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…