Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ung mugu við í avgerðirnar

SKRIVAÐ: Milia Egilsnes Anda  |  25.11.2022 - 07:00 Politikkur Tíðindaskriv

Vit ungu eru framtíðin. Tí skulu vit skapa góðar og tryggar karmar til okkum at liva og mennast í. Tey sum hava sitið á løgtingið, hava raðfest okkara framtíð alt ov lítið. Eg vil, at ung skulu fylla meira í politikki, tí vit skulu liva við avgerðunum, ið alt ov ofta verða tiknar fyri okkum. Vit vera als ikki hoyrd.

 

Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin.

 

Eg brenni fyri nøkrum økjum, sum eg haldi fáa ov lítla politiska raðfesting.

 

Serliga eru tað hesi økini, eg komi at leggja dent á í hesum valstríðnum:

 

Bústaðir: Vit skulu orða ein greiðan bústaðarpolitikk, so bústaðarmarknaðurin ikki verður stýrdur av tilvild og privatum vinningi.

 

Umhvørvi: Vit skulu hava ein greiðan umhvørvis- og náttúruverndarpolitikk, ið bremsar dálkingar-, veðurlags- og margfeldiskreppuni.

 

Sálarheilsa: Psykiatriska økið skal hava hægstu politisku raðfesting við langtíðar- og heildarloysnum.

 

Ójavni: Lág og miðallønt skulu hava skattalætta, so vit minka um ójavnan í samfelagnum.

 

Útlendingamál: Vit skulu fevna um tilflytarar, so bæði tey og vit fáa gleði og gagn av teirra førleikum.

 

Vælferð: Skipanirnar fyri borgaran skulu gerast lættari og betri. Borgarin kennir alt ov væl til, hvussu stravnar skipanirnar eru.

 

Samferðsla: Bygdaleiðir skulu fáa fleiri túrar, so landið kann bindast saman.

 

Fosturtøkulógin: Lóggávan skal nútímansgerast, kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi.

 

X við Miliu Egilsnes Anda, valevni fyri Javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld