Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Tord J Niclasen

SKRIVAÐ: Jacob Vestergaard  |  30.11.2022 - 09:39 Lesarabrøv Politikkur

Tordur J Niclasen lýsur í lesarabrævi munin ímillum Miðflokkin og Fólkaflokkin, tá tað kemur til sokallað “etisk mál” og slær fast, at við at vejla Miðflokkin, veit veljarin hvat hann fær.

Aftursvar til Tord J Niclasen


Tordur J Niclasen lýsur í lesarabrævi munin ímillum Miðflokkin og Fólkaflokkin, tá tað kemur til sokallað “etisk mál” og slær fast, at við at vejla Miðflokkin, veit veljarin hvat hann fær.


Eg ætlaði ikki at leggja meg út í kjak um “etisk mál”, tí veljarin kennir mína støðu (meira um tað seinni), men passar nú páhaldið hjá Tordi J Niclasen.


Fyri einum lítlum ári síðan var málið um sammøður samtykt í Løgtinginum. Vit hildu fram í samgonguni og syrgdu fyri, at Fólkaflokkurin var stjórnarberandi, t.v.s. kundi halda tær avtalur, sum gjørdar vóru ímillum flokkarnar í samgonguni.


Miðflokkurin, sum annars hevði meldað greitt út, áðrenn atkvøðugreiðsluna um sammøðurmálið, lat ikki við seg koma. Tað tyktist sum um landsstýrissessurin ella “maktstøðan” hevði meira at týða enn greiða støðan um “etisk mál”.


Sama støða var nú fyri kortum. Í staðin fyri at taka avleiðingarnar av málinum um skráseting í kirkjubókunum, helt Miðflokkurin áfram í samgonguni og lat sær linda, at málið var flutt til annan landsstýrismann at avgreiða. Aftur her fekk ein tað fatan, at “maktstøðan” hevði meira at týða enn “etisk mál”.


Tá løgmaður, ávirkaður av góða fólkatingsvalinum, valdi at siga landsstýrismannin hjá Miðflokkinum úr starvi, fekk pípan eitt annað ljóð. Aftur her fekk ein tað fatan, at tá Miðflokkurin hevði mist “maktstøðuna”, ja, so høvdu “etisk mál” alt at siga.


Tá tað kemur til onnur mál, er eisini trupult at vita, hvørja støðu Miðflokkurin hevur. Málið um fiskiveiðuavtalu við Russland er gott dømi um tað. Um hettar er eitt “etiskt mál” fyri Miðflokkin veit eg ikki, men í tí málinum hava bæði løgtingsumboðini hvørt sína meining.


Undirritaði hevur eisini fingið spurningin, hvar Fólkaflokkurin nú stendur í “etiskum málum”.


Til tað er at siga, at tað altíð hevur verið høgt til loft og vítt til veggja í Fólkaflokkinum, eisini hvat viðvíkur sokallaðum “etiskum málum”. Seinastu valskeiðini hevur tingbólkurin stórt sæð verið samansettur av fólkum, sum hava verið nøkunlunda samd um “etisk mál”, og tí hevur borið til, sum flokkur, at tala við einari rødd og gjørt avtalur um “etisk mál”.


Eg havi ikki broytt meining um “etisk mál” og fari heldur ikki at broyta meining. Eg havi ongantíð álagt nøkrum at hava somu meining ella trúgv sum eg, og eg fari heldur ongantíð at gera tað, men eg vænti tó, at tey eg geri avtalur við, halda gjørdar avtalur, hvørjar tær so eru.
Vit hava øll okkara fría vilja til at gera, halda og trúgva tí vit vilja, bara vit eru innanfyri lógarinnar karmar. Sjálvur havi eg mínar hugsanir um, hvat er rangt og rætt út frá mínum kristiliga og mentanarliga grundstøði.


Tað grundstøðið verður og kann ikki broytast.


Eg haldi meg kunna samstarva við øll, óansæð hvørji tey eru, men eg fari ikki at taka undir við lóggávum, sum ganga ímóti mínum grundsjónarmiðjum.


Loyalitetur er ein av mínum grundleggjandi og týdningarmestu virðum – eisini í einari samgongu. 


Eg eri ikki fyri fríari fosturtøku og fari ikki at taka undir við nøkrum av tí, sum hevur við “kynsskifti” at gera.
Hettar er grundleggjandi og verður ikki broytt.


Kristindómurin hevur víst sítt virði og verið trygdin og álitið hjá føroyingum í øldir.


Manglandi rótfesti førir ótryggleika við sær og er orsøkin til sálarligar kvalir hjá fleiri og fleiri í dagsins samfelag, hvørs lívsáskoðan byggir á møguleikar hjá tí menniskjaliga.


Vit skulu eisini í framtíðini byggja okkara tilveru á kristna grundstøði.


Jacob Vestergaard,
valevni Fólkafloksins.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan á veg norður úr Vági við tveimu…
Tí hevur HB meldað avboð til Klaksvíkska…
Tríggir dagar við friði og ongari telefo…
Ein eyðkendur viðingur við Garðavegin
U10 hjá Team Klaksvík er í steypafinalun…
KÍ og Víkingur, kvinnur, í venjingardyst…
Teir fiskaðu væl í nátt
Størst avreiðingarvirði í bólki 4T í 202…
Myndir í trúnni
Úr bakskuti í framskut
Vitjan av lands­stýris­manninum
KÍ vann á Eiði
9 nýggir lærlingar í Articon
Føroysk framleiðsla í 135 ár
Luc Kassi fær sáttmála við KÍ
Veðrið um vikuskiftið
Heilsufótbóltur aftur á skrá
Hevur tú fingið spurnarblað?
Ert tú ”gudiligur”
Nógv spennandi á skrá hjá LGBT+ Føroyum