Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summir samfelagsbólkar verða skattaðir alt ov hart

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen  |  30.11.2022 - 11:26 Politikkur Tíðindaskriv

Tað skal loysa seg at taka eina hond í, men í ávísum førum hava vit skipanir, ið mótarbeiða hesum, har samfelagsbólkar, sum hava tørv á eini eyka krónu, verða skattaðir ella trektir so órímiliga hart, at tað tekur arbeiðshugin frá teimum. Hetta skal broytast.

 

Vit gleðast um, at arbeiði er til so at siga allar hendur. Ein fast-track skipan er gjørd, soleiðis at fólk úr londum uttan fyri ES kunnu koma skjótari inn í landið at taka eina hond í, har ongar føroyskar hendur eru tøkar.

Samstundis eru tíverri fleiri føroyingar, ið verða skattaðir ella trektir so hart, at tað loysir seg ikki hjá teimum at taka eyka tøk, um teir hava hug til taka eina hond í.

Talan er ymiskar bólkar so sum pensionistar, ið verða mótroknaðir í pensiónini. Eisini hava vit fólk, ið sigla og arbeiða uttanlands, sum eru undir øðrum skattaskipanum, ið verða hart skattaði frá fyrstu krónu.

Lesandi verða mótroknaði í lestrarstuðlinum, um tey forvinna ov nógv.

Hesar skipanir eggja ikki til, at vit fáa brúkt tað tilfeingi av arbeiðsorku, sum er í fólkinum, Føroya landi at frama.

 

Tað er komið at mørkum!

Skattastigin má regulerast, soleiðis at vanligar lønarbroytingar ikki eggja til at fólk arbeiða minni vegna hægri skatt.

Er hetta eisini tín meining, so er Sambandsflokkurin rætti flokkurin fyri teg.

Hesum vil eg stríðast fyri, fái eg álit veljarans 8. desember.

 

Klaksvík, 30. november 2022

Frimodt Rasmussen

Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her