Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskimaðurin er fyri órætti

SKRIVAÐ: Fiskimaðurin  |  07.12.2022 - 07:37 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Fyrst kom uppboðsølan, kvotu keyp og síðani tilfeingisgjald. Hesi árini hettar hevur staðið uppá, hava manningar/fiskimaðurin goldið ein part av hesum.

Við einum høggi fór okkara inntøka niður við 20-30 prosentum. Hettar er ein tann størsti órættur, sum nakar samfelagsbólkur hevur verið út fyri. Hevði hettar verið eitt alment starv, sum fór niður við 20-30 prosentum, so hevði alt verið á gosi.

Tað er grundleggjandi skeivt, at manningarnar skulu gjalda fyri tilfeingisgjald.  

Ein rættindahavari, so sum alivinnan, fær rættindir at ala á firðum og sundum, og betalur eitt gjald fyri hettar. Eins og reiðarir hava rættindir, at fiska og gjalda fyri hettar, eru øll eftir hondini samd um, at so skal verða. Men, at manningarnar sum starvast hja hesum reiðarum, skulu gjalda fyri hesi rættindi, sum teir onki eiga í. Tykist mær ikki rætt.

Hettar er onki minnið enn ein eyka skattur á millum 15-20 prosent, alt eftir hvat fiskaslag verður veitt.

Arbeiðsfólkið í aluvinnuni betalur ikki fyri tøkugjald, hví skulu manningarnar betalað tilfeingisgjald?. Manningarnar eru settar í starv hja einum arbeiðsgevara, og tað eru arbeiðsfólkini í aluvinnuni eisini.

Tá ið lógar teksturin var skrivaður, um hvørs manningarnar skuldu gjalda ein part av tilfeingisgjaldinum ella ikki. Var teksturin skrivaður soleiðis, at hann kundi tulkast báðar vegir. Síðani valdi Føroya reiðarafelag, at gera sína egnu tulking, og fekk tað ígjørnum, at manningarnar máttu gjalda ein part.

Í løgtinginum royndi tey við lóg, at forða fyri at manningarnar skuldu gjalda tilfeingisgjald. Men, tað var, at gera seg inná frælsa samráðingarrættin hjá tí privata, segði Føroya reiðarafelag. Tí stevndi Føroya reiðarafelag, fiskimálaráðnum, fyri at gera seg inn á frælsa samráðingarrættin, sum er staðfestur í (ja, halt nú fast) Evropeiska mannarættindasáttmálanum.

Føroya reiðarafelag fekk viðhald í Føroya rætti. Men, Eystari landsrættur broytti dómin hjá Føroya rætti og nú verður bíða eftir hvat hægsti rættur fer at siga.

Hettar hevur onki við “frælsan ditt og frælsan datt” at gera. Hettar er at gera mismun á fólkið. Tí má løgtingið uppí leikin og staðfesta við lóg, at manningarnar ikki skulu gjalda.

Góðu fólkavaldu, vónandi síggja tit álvarann í hesum og takað hettar upp aftur skjótast gjørligt.

 

Við bestu kvøðu

Fiskimaðurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap