Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fosturtøka og reingjað tøl

SKRIVAÐ: Rúna Sivertsen  |  07.12.2022 - 20:15 Lesarabrøv Politikkur

Undir valstríðnum hava vit fleiri ferðir hoyrt, at har tað er frí fosturtøka, eru færri fosturtøkur. Hetta er ikki rætt sambært hagtølum hjá Institutet för hälsa och välfärd.


Fosturtøka og reingjað tøl
 
Undir valstríðnum hava vit fleiri ferðir hoyrt, at har tað er frí fosturtøka, eru færri fosturtøkur. Hetta er ikki rætt sambært hagtølum hjá Institutet för hälsa och välfärd.
 
Undir valstríðnum er ført fram, at fosturtøkurnar eru færri í londum við fríari fosturtøku. Hetta samsvarar ikki við tølini hjá Institutet för hälsa och välfärd (THL) fyri 2019. Hagtølini hjá THL yvir fosturtøkur í Finlandi, Svøríki, Noregi og Danmark vísa nevniliga, at fosturtøkurnar eru fægst í Finlandi, har tað ikki er frí fosturtøka.
 
Tað er umráðandi, at lógarsmíð verður bygt á røtt tøl og ikki upp á uppáhald, sum ikki hava hald í veruleikanum.
 
Allar kvinnur kunnu koma í ta støðu, at tær ikki síggja sær nakran møguleika at fáa eitt barn. Tað er ein ógvuliga ring støða at vera í, og eiga vit sum samfelag at seta nógv inn fyri at ráðgeva og
hjálpa hesum kvinnum, soleiðis, at tær ikki koma at taka eina støðu, sum tær seinni ikki klára at liva við. Til tað krevst holl ráðgeving.
 
Fosturtøkulógin skal endurskoðast. Mítt uppskot í tí sambandinum er, at vit seta á stovn mammuhjálp, sum skal ráðgeva og stuðla kvinnum við barn, umframt barnafamiljum í svárum umstøðum.
 
Rúna Sivertsen
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026