
Hoydal kvikur at avskriva fullveldissamgongu
Bert fáar minuttir eftir at valúrslitið var greitt, peikaði Høgni Hoydal á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara og harvið komandi løgmann í eini reyðari samgongu.
Fólkaflokkurin og Tjóðveldi fingu 6 umboð í part, Framsókn fekk 3 og Miðflokkurin 2. Tað gevur 17 tingfólk tilsamans. Men hóast loysingarflokkarnir hava meiriluta eftir valið í gjár, vil Tjóðveldi heldur í samgongu við Javnaðarflokkin. Tað gjørdist greitt í formansumfarinum í Kringvarpinum í gjárkvøldið.
Formansumfarið byrjaði við (helst) fráfarandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, ið gloppaði dyrnar fyri, at Aksel V. Johannesen gerst løgmaður. Tann drivni taktikarin, Aksel V. Johannesen er, hevur heilt víst lagt tølini saman og sæð møguleikan fyri fullveldissamgongu, og fyri at steðga henni í føðingini var hann tí skjótur at nevna gomlu CEF-samgonguna sum møguleikan, ið lá fremst í huga. Og tað eydnaðist til fulnar fyri Aksel, tí formaðurin í Tjóðveldi gloypti agninum beinanvegin.
Sostatt síggja vit helst ikki nakra fullveldissamgongu á hesum sinni heldur.