Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ruth Vang hevur betri eyga á Bárði á Steig Nielsen enn á Høgna Hoydal | Mynd: kvf.fo

Quo vadis, Aksel?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2022 - 14:44 Leiðarin Politikkur

Heldur óvæntað hevur Ruth Vang í Framsókn nú gjørt greitt, at Framsókn ynskir at koma í samgongu við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Tað hendir eftir, at formaður Javnaðarfloksins fleiri ferðir hevur gjørt greitt, at hann fyrst vil royna eina vinstrasamgongu við undanfarnu andstøðuflokkarnar. Allar Føroyar halda nú ondini við eygunum eftir løgmanni við spurninginum: Hvagar fert tú nú, Aksel?

Mánamorgunin 12. desember helt Jógvan á Lakjuni, fráfarandi tingformaður, audiens, har hann fyrst tók ímóti uppsøgnini av fráfarandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, og síðani tók ímóti floksformonnunum eftir stødd. Fyrst Aksel V. Johannesen, síðani aftur Bárður á Steig Nielsen, harnæst Beini Johannessen, so Høgna Hoydal, eftir hann Ruth Vang og at enda Jenisi av Rana. Síðani staðfesti løgtingsformaðurin, at allir flokkar uttan Fólkaflokkurin peika á Aksel V. Johannesen sum samgonguskipanar-leiðara.

Men so kom bumban. Har flestøll høvdu væntað, at undanfarna andstøða bleiv samgonga, segði Ruth Vang, at hon ynskti, at Aksel V. Johannesen skuldi gera samgongu við sín flokk og Sambandsflokkin heldur enn Tjóðveldi. Hetta fyri at gera upp við blokkpolitikkin millum høgra og vinstra í føroyskum politikki, sum Føroyar hava havt síðani 2011 – ja, síðani Framsókn varð stovnað.

Tað er tó ikki ein størri bumba enn so, at Javnaðarflokkurin saktans kann fara í samgongu við Sambandsflokkin. Tað hevur Aksel V. Johannesen sagt fleiri ferðir, at hann væl kann, og tað hevur hann eisini nevnt sum Plan B, skuldi hansara upprunaliga roynd við Framsókn og Tjóðveldi ikki borið á mál. Og Bárður á Steig Nielsen hevur somuleiðis nevnt BCF sum eitt gott boð.

Eftir at Ruth Vang hevði talað, legði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, seg skerflatan. Hann var bilsin av Ruth Vang, men segði síðani, at Tjóðveldi væl kundi koma upp í BCF-samgonguna, sum Ruth Vang skeyt upp. Ein tílík BCEF-stórsamgonga hevði talt ikki færri enn 24 umboð. Men tað ganga Bárður á Steig Nielsen og Ruth Vang neyvan við til, tí í eini so stórari samgongu hevði tað ikki verið neyðugt at annan av teirra flokkum við í heila tikið.

Aksel V. Johannesen hevur somu møguleikar, sum hann hevði valnáttina, men tað sær nú út til, at raðfylgjan verður øðrvísi. Vil Ruth Vang heldur saman við Sambandsflokkinum, sum Javnaðarflokkurin hevur alt annað enn avskrivað, so verður tað helst tann fyrsta royndin at skipa samgongu. Ber hon ikki á mál, so verður gamla andstøðan neyvan 2. møguleikin, tá nú Framsókn ikki vildi hana sum tað fyrsta, men heldur ein breið samgonga millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Spurningurin er so, um Tjóðveldi kann fara í samgongu við tveir sambandsflokkar. Hann má í øllum førum svølgja nógvar kamelar so.

Beinir Johannesen hevur í sínum lagi rætt hondina út til Tjóðveldi, Miðflokkin og Framsókn um at skipa eina fullveldissamgongu, men ongin teirra hevur tikið av. Tjóðveldi vil helst í vinstrasamgongu, meðan Framsókn helst vil í sambandssamgongu.

Løgmaður eitur tí rættiliga víst Aksel Vilhelmsson Johannesen, so mikið er greitt. Men hvørja leið velur hann nú?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Durita Samuelsen og Anne Mar…
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv