Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Jólaboðskapurin sum mótmæli!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  25.12.2022 - 11:00 Bloggur Mentan

Kendastu ímyndirnar (symbolini) í kristina boðskapinum eru merkt av armóð, hjálparloysi og eyðmýkt. Heimleysa, blóðfátæka og hjálparleysa pinkubarnið í fóðurkrubbuni er ikki júst ímyndin av mátti og valdi. Sama kann sigast um mannin á krosinum, sum varð dømdur at líða harðasta skemdardeyðan rómverska ríkið kundi bjóða – eftir tátíðar meti, um nakað, ein mannminkandi endi!

 

 

Vit loyva okkum at ganga út frá, at føroyingar flest virða Jesus sum guðgivnan – tað er, sum andlit Skaparans í gerandisdegnum. Tí er Jesus ikki bara orð, men eisini hendingar og gerningar. Alt, sum Jesus segði, var og gjørdi er ein boðskapur.

Jólaboðskapurin, sum vit kenna hann frá Matteusi og Lukasi, verður ofta kallaður ein afturlítandi profeti, grundað á profetisku forsagnirnar í Gamla Testamenti. Og boðskapurin í hesi afturlítandi profetiini sigur nakað máttmikið um, hvussu Skaparin eitt ávíst bil í mannasøguni vendi sær til mannaættina – ikki við mátti og miklari dýrd, men spaklyntur, eyðmjúkur og hjálparleysur!

Um so er, at Guð, skapandi megin, er til reiðar at venda sær eyðmjúkt til okkum menniskju, uttan harðskap og ógvusligheitir, so eigur tað sjálvandi at siga okkum nakað um, hvussu vit eiga at bera okkum at, tá vit skulu bera kristna boðskapin víðari! At tað neyvan er rætt at boða hann, sum aldrin nýtti vald og snildir, við valdi og snildum.

Allastaðni, har kristnir bólkar hava fingið vald – verði tað máttmikla rómverska kirkjan, tær protestantisku kirkjurnar ella vekingarrørslurnar – so hava tey í størri og minni mun víst eitt óhugnaligt lyndi til at kúga sínar undirsáttar. Og tað hava tey gjørt við millum annað at meina, at tey kundu lóggeva um sálarstøðu og samvitskuna hjá hinum einstaka trúgvandi. Tey, sum kenna evropeiska søgu, eru eisini kunnug við tær ókristiligu og óhugnaligu straffilógirnar, ið settar vórðu í verk eftir bíbilskari fyrimynd, soleiðis sum menniskju tulkaðu skriftina tá.

Kristindómurin er víst ikki trúgvin á hvat sum helst. Ei heldur er alt loyvt í Guðs, Jesu ella Andans navni. Men, Jesus segði: Fylg mær – gerið sum eg, verið sum eg. Og tað merkir, um vit hyggja at lívsleiðini hjá Jesusi sum eini heild: Verið lítilatin, vinsæl, umhugsin, elskið hvønn annan, virðið allar Guðs skapningar, lít at meðmenniskjum tínum sum einari Guðs gávu, sum einari heilagari avbjóðing til tín.

Stundum noyðast og eiga kristin menniskju at venda sær móti tíðarandanum, tím sum longu nevnt, alt er ikki loyvt ella gagnligt í navni Guðs. Men tá ræður samstundis um at líta at hjálparleysa barninum í krubbuni og líðandi manninum á krossinum, tí soleiðis tosaði Skaparin eisini við okkum: Við einum veldugum, lívgevandi, men samstundis eyðmjúkum boðskapi, uttan buldur og brak og snildur.

Lítla hjálparleysa barnið í krubbuni vekir tær bestu, vakrastu og eymastu kenslurnar í okkum menniskjum, og sigur: Hjúkla um meg, elska meg, takið tykkum av mær! Eg umboði øll heimsins børn, nýfødd, ung ella vaksin!

Maðurin á krossinum, við ørmunum rættum út móti allari mannaættini, ger tað sama, og peikar á hin sjálvuppoffrandi kærleikan, sum einastu vón menniskjans. Mong vilja hava Kristus niður av krossinum, tí tey siga at hann er ikki longur har, hann er risin – krossurin er tómur. Men krossurin er ikki tómur!

Víst er hann risin, og bara tí minnast vit hann enn í dag, mótvegis teimum tíggjutalstúsund krossfestu, sum langt síðani eru gloymdir. Men hann gjørdi frelsunarverk Guðs júst á krossinum, soleiðis sum profetarnir høvdu spátt, og tað sjálvuppoffrandi verkið ger hann enn á krossinum, sum tann, ið líður, verður píndur fyri mannaættina, og sum støðugt biður fyri okkum. Tað er ikki sørt vandamikið fyri kristna boðskapin at tøma krossin. Hóast maðurin á krossinum er risin, er boðskapurin av krossinum hin sami – at offra og geva er partur av boðskapinum!

Jólini verða ikki eini sonn jól, fyrrenn vit veruliga ogna okkum boðskapin úr krubbuni og boðskapin av krossinum, sum ger øll menniskju til okkara systkin og sum staðið, har hin upprisni møtir okkum í teirra tørvi. Øll okkara meðmenniskju eru jú guðsgávur í guðsríkinum – tað sum tit gjørdu ímóti einum av hesum minstu, gjørdu tit eisini móti mær.

Glæman, sum lýsti jolanátt, er hin sama, sum kom til sjóndar páskamorgu – gleðiboðini um eina heilaga vón fyri alla mannaættina, sum er ókeypis fyri øll, ið tora at taka við henni. Lítla hjálparleysa barnið í krubbuni, umboðandi øll menniskjabørn, ung ella gomul, sigur elskið meg og øll míni systkin. Boðið kærleika, frið og rættvísi, vón og ikki bara dóm, so lýsa jólastjórnan og páskasólin eisini hesi jólini.

Gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar