Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kópakonan í nýggjum hami

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  10.01.2023 - 11:11 Mentan Myndarøð Tíðindi

Mánamorgunin vitjaði Listaleypurin á Skúlatrøð við framførsluni "Kópakonan í nýggjum hami"

 

Kópakonan í nýggjum hami var framførd í miðhøllini fyri 7.  og 8. flokkunum.

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.

Hvørt skúlaár verður ein faldari við listatilboðum sendur skúlunum í øllum luttakandi kommunum. Hesi kunnu so bíleggja listafólkavitjan við at fylla út eitt tilmeldingarskjal.

Tað vóru 4 ung listafólk, sum hesaferð so hegnisliga framførdu við tónleiki og frásøgn. Til framførsluna vóru eisini myndir, sum gjørdu frásøgnina visuella.

Ungu listafólkini eru Kristina Thede Johansen, Ernst Dánjalsson Remmel, Aksel Dánjalsson Remmel og Birita Poulsen.

Tað er tónaskaldið Páll Sólstein, sum hevur skrivað tónleikin, Nicolina Dahl hevur skrivað yrkingarnar, og Edvard Fuglø hevur teknað myndirnar av kópakonuni.

Við hesi samanseting av myndum, tónleiki, sangi og yrkingum hevur søgnin um kópakonuna fingið nýggjan ham og nýtt lív.

Kópakonan er skrivað fyri klaver, saxofon, trompet, sopransangara og frásøgufólk. Søgnin verður søgd við sjónleiki hjá Biritu Poulsen, ið bæði er sangari og frásøgufólk, og trioini EKA sum tónleikarum.

Ungu listafólkini ganga øll á musikkonservatorium í Danmark, Frankaríki og Týsklandi.

Ein fantastiska góð framførsla um søgnina Kópakonan, sum vit kenna hana frá Mikladali. Fyrikomandi og fyrimyndarlig ung listafólk

Meir um Listaleypin her https://www.listaleypurin.fo/

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 


 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap