Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eydbii myndir

Ein nýggj byrjan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2023 - 15:00 Ítrottur Leiðarin Mentan Vinna

Tað er við bæði spenningi og við stúran, at Norðoyggjar eru farnar inn í 2023. Men serliga við spenningi og við vón. Onki er at ivast í, at Norðoyggjar hava eina bjarta framtíð, men hon kemur ikki av sær sjálvari. Í 2023 mugu vit bæði verja borg og dríva á samstundis, men gera vit tað, og lyfta í felag, verður nýggja árið eitt gott ár fyri Norðoyggjar.

 

(Leiðarin úr blaðnum)

Nú mugu vit banka undir borðið, men eftir øllum at døma verður 2023 tað fyrsta heila Corona-fría árið. Í fjør vórðu Torradagarnir raktir í ávísan mun, meðan Atlantic Fair, Norðoyastevna, Summarfestivalurin, Føroya Sjómannadagur og Jólaskipið/Ársins Rósa koyrdu sum vant. Øll tey vóru sera væleydnað og tykjast verða rættiliga komin fyri seg. Tann nýggja byrjanin var góð.

Ítróttarliga gjørdi serliga KÍ bart og endurtóku bragdið frá 2021 og setti nýggj met. Klaksvíkar Róðrarfelag tað sama, meðan kæri bróðurin Norðingur sanniliga eisini stóð seg væl. Báðir stoltleikarnir í Klaksvík uppliva nú eina nýggja byrjan, annar við nýggjum høvuðsvenjara og hin við spildurnýggjum og glæsiligum kørmum. Vónirnar eru stórar, og vit vita, at okkara ungu menn og kvinnur hava allar ambitiónir um at taka síni egnu met, hóast tey longu hava gjørt tað framúrskarandi. Í ítróttinum sær av sonnum bjart út.

Tá vit nevna stúran, so er tað serliga á vinnupolitiska økinum. Tað er ongin loyna. Sum nevnt her í blaðnum fyri jól, so valdar í vinnuni ein ávís óvissa og ikki sørt av stúran um framtíðina, og serliga er tað sjófólkið í Barentshavinum og alivinnan, ið ikki reiðiliga vita, hvat 2023 fer at bjóða teimum. Her mugu allar góðar kreftir í Norðoyggjum vera á varðhaldi og verja borg.

Men tá tað er sagt, eru sanniliga eisini glottar at hóma. Landsmyndugleikarnir nevna í sínum samgonguskjali, at kommunurnar, ið leggja sínar víkir og firðir til vinnulívið, framyvir fara at kunna fáa lut í gjøldunum, ið tikin verða frá vinnulívinum. Eisini á tí økinum eiga kommunurnar í Norðoyggjum at fara inn í eitt gott og konstruktivt samstarv við nýggju stjórnina. Bæði fyri at geva vinnulívinum nakað aftur í formi av góðum kørmum og tænastuveitingum, men eisini fyri at hava størri kommunalt fíggjarligt rásarúm til at betra um livikorini í Norðoyggjum.

Aðrir vinnupolitiskir glottar eru eisini at síggja. Fær hendan samgongan sín vilja, og tað ger hon helst, fer ein av okkara stoltleikum, Føroya Bjór, at kunna selja alla sína framleiðslu á staðnum. Kundar fara tí at kunna velja at gera alt sítt innkeyp har, bæði vatn, sodavatn, veikar sum sterkar øl og cider, og eisini rúsdrekka, á einum staði uttan at fólk noyðast at keypa tað frá almennu Føroyum. Eitt frambrot og eitt gott høvi at stuðla lokalari privatari framleiðslu. Og ikki minst gott fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum.

Fyri okkum í fjølmiðlaheiminum er 2023 eisini ein nýggj byrjan. Miðlarnir uttanfyri Norðoyggjar fækkast í tali, antin tí teir gevast ella tí teir kasta saman. Grundarlagið er viknað við avtøkuni av miðlastuðlinum, og sum tað sær út beint nú, ætlar politiska skipanin einans at styrkja um Kringvarpið. Tað verður ein stór uppgáva, væl størri enn áður, at vera 4. statsvald í 2023. Men ongin skal ivast í, at Norðlýsið fer undir ta uppgávuna við áræði og góðum treysti í júst byrjaða ári.

Norðoyggjar hava samanumtikið rættiliga góð kort á hondini nú í 2023. Latum okkum í felag spæla tey væl.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kósabúðin vitjar Vinnutíman mikudagin
Undirsjóvarbreyt (metro) til útoyggjarna…
KÍ-eldsálir á vitjan
Avgerandi dystur hjá Team Klaksvík í Kol…
Áhugin fyri fótbólti minkar
Nýggjárstó­nar á Café Fríðu
8 milliónir brúktar higartil í ár til li…
Hvør fekk nú nevan á .......
Stór dansur í Kí-Høllini 2. Jólakvøld
Jólatræið á Norðoyri tendrað
Jólahjálp frá Caritas
Jólatræið í Ánunum tendrað
Hjørdis Mortensen verður trivnaðar­stjóri
Beinleiðis kl.19:30
- Kenslan er avbera góð
Nýggjur virkisbygn­ingur hjá KJ reistur v…
Nýtt plátu-og lakkverkstað letur dyrnar…
Tvey jólatrø tendra í kvøld
Jonhard Mikkelsen 70 ár
Mál, megi og meldur í Mikkatrøð