Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppskot um at uppraðfesta kavaruddingina

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.01.2023 - 09:04 Politikkur Tíðindaskriv

Bæði í fjør og við byrjanina av hesum árinum er nógvur kavi komin niður, og hevur hetta tarnað borgarum og vinnulívi í teirra dagliga virksemi.

Okkara dugnaligu og røsku arbeiðsfólk úti á vegnum hava verið ótroyttilig í royndini at grava og salta tað, tey kunnu. Langir dagar og at arbeiða undir slítandi umstøðum ger tað ómøguligt hjá somu fáu arbeiðsfólkum at røkja kavaruddingina út í hvønn krók í kommununi.

Tí mælir minnilutin til, at kavaruddingin verður endurskoðað, og neyðugu raðfestingarnar verða gjørdar, so fólk og vinnulív fáa betri umstøður at virka framyvir.

Í endurskoðanini eigur millum annað hetta at vera tikið við:

- Ruddast má soleiðis, at bussarnir fyrst og fremst sleppa at koyra, so flest allir borgarar – herímillum skúlabørn og eldri – kunnu koma trygt aftur og fram

- At upplæra fleiri starvsfólk, sum kunnu vera við í kavaruddingartoyminum - At fáa røttu maskinur til vega – bæði til vegir og gongubreytir

- At kanna eftir, um onnur arbeiðsfólk, sum ikki arbeiða dagliga hjá kommununi, kunnu vera við í arbeiðinum at rudda, tá ið tað er átrokandi

Sjálvandi eru tað eisini onnur viðurskifti, ið skulu vera við í endurskoðanini, so sum hvílitíð og útgerð v.m.

Vónandi kann hetta takast upp skjótast gjørligt, so vit ikki aftur enda í líknandi støðu seinni í ár.

 

Jógvan Skorheim             Signhild V. Johannesen            Tummas Lervig

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap