Lýsing
Lýsing
Lýsing

Týski Skálaberg nýbygdur við Stórukai

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  22.01.2023 - 12:40 Mentan Tíðindi

Myndin er tikin um árskiftið 1956-1957, tí Skálaberg liggur við signalfløggunum við Stórukai, og tað verður flaggað fyri honum á kaiini. Hann var bygdur í Bremerhaven í Týsklandi.

 

Í forgrundini síggjast gomlu húsini hjá Olaf á Stongunum og Polarfarið, sum liggur við eina av Stengarbrúgvunum. Eisini sæst ein av gomlu fergunum koma tvørtur um vánna. Sjálvt um eg bara havi verið um eitt ára gamal um hesa tíðina, so var tað ikki so nógv broytt á Stongunum, tað fyrsta eg minnist. Tó vóru nakrar brúgvar komnar afturat.

Um henda nýggja Skálaberg skrivar J. Símun Hansen m.a. soleiðis í "Havið og vit" 1. bind: "Fimm ár eftir at fyrsti trolarin, Skálaberg, var seldur sum gamalt jarn, fekk hann ein navna. Nýggi Skálaberg kom á Klaksvík 22. desember 1956, og var eins og Sjúðarberg alment móttikin. Hetta far var tá flaggskip í føroyska fiskiflotanum, eitt stásiligt skip, ikki bert mált við føroyskum máti, men sjálvt tær fremstu fiskitjóðir áttu ikki tá betri far ella betur útgjørd við tíðarhóskandi greiðum".

Eg minnist meg einaferð at hava verið við til at koyra proviant umborð á henda Skálaberg. Tað hevur verið um 1970, og helst hevur hetta verið ein tann seinasti ella seinasti túrurin hjá skipinum.

Jóhan Purkhús, sáli tók myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina