Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dalsenni ein rok túr í dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.02.2023 - 13:26 Myndarøð Tíðindi

Átta tons glastrevjabáturin Dalsenni hevur gjørt ein sera góðan túr í morgun. Ólavur Nybo, sum er eigari av bátinum, segði, tá vit ringdu, at Dalsenni hevði verið einar tveir fjórðingar úr landi norðanfyri, vestanfyri Kallin. Teir settu 48 stampar og komu aftur við 11.000 pundum. Umleið 6.000 pund vóru toskur og restin hýsa og annar fiskur. Orsøkin til at eg tosaði við Ólav var, at sonur hansara Jóhannus Nybo, sum drívir bátin helst var inntørnaður nú teir høvdu avreitt.

Annars hevði Brandur 7.600 pund í dag, Stakkavík, sum eisini er ein glastrevjabátur hevði 9.800 pund, Norðsøki 10.600 og Líðhamar 10.600 pund, so samanlagt kann sigast at fiskiskapurin hevur verið góður í nátt.

Eg spurdi inn til rogn tá eg var á støð hjá Líðhamri, men sagt var, at so lítið var í toskinum at sera lítið bleiv tikið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap