Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dennis Holm, landsstýrismaður segði í Degi og Viku, at hann ætlar at rullandi veiðuloyvini verða søga | Mynd: kvf.fo

Latið nú frið valda!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.03.2023 - 23:45 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er, sum um skilja partar av landsins stjórn ikki, hvussu nógv teir skaða vinnulívið í Føroyum við sínum útmeldingum um, at teppið kanska verður skrykt undan reiðaríum. Nýggja samgongan hevur góðar møguleikar at gera tað rætt hesa ferð, men fortreytin er, at hon ikki endurtekur somu feilir og aftur gerst mótleikarin hjá fiskivinnuni. 

 

Júst sum føroyska fiskivinnan helt, at vandin var av, meldaði nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum út, at hann ikki hevur í hyggju at leingja rullandi fiskirættindini. Hesi skulu annars endurnýggjast á hvørjum ári, og tað eigur at vera ein formalitetur, um ikki reiðaríið hevur forbrotið seg ella á annan hátt vanrøktað sítt loyvi.

Ein kundi ímyndað sær standin, um tænastuvinnan á landi fekk somu viðferð. Um ein matstova ikki visti, um hon var keypt ella seld, tí myndugleikin fór út og segði alment, at tað ikki var vist, at matstovan fekk matstovuloyvið longt – uttan mun til, um matstovan helt seg til allar reglur ella ei – tí tað var upp til humørið hjá landsstýrismanninum, um hon slapp at halda fram ella ikki.

Tí sóu vit eisini vónbrotna reiðaran á Christiani í Grótinum í Degi og viku týskvøldið, sum vegna útsøgnina hjá landsstýrismanninum møguliga má sleppa ætlanunum um eina nýggja Norðborg.

Hvør peningastovnur fer at veita lán til eitt nýtt skip, um reiðaríið ikki kann veita bara eina rímiliga vissu fyri, at reiðaríið í heila tikið sleppur at vera í vinnu í tað áramálið, sum afturgjaldstíðarskeiðið av láninum varir? Ongin. Tað vistu bæði Kristian Martin Rasmussen og Árni Gregersen í somu sending, og tað er ófatiligt, at landsstýrismaðurin ikki tekur hædd fyri hesum, tí hann veit tað uttan iva eisini.

Vón er enn. Higartil hevur ongin annar politikari í samgonguni sýnt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sín stuðul, og onki bendir á, at tað er politisk undirtøka fyri tí. Tað stendur heldur einki um rullandi fiskirættindi í samgonguskjalinum. Hinvegin er undirtøka fyri at justera tilfeingisgjøldini uppeftir, og verður tað ein rímilig tillaging, so setir vinnan seg heldur ikki ímóti tí. Við at fara tann vegin heldur enn at avvikla fiskiloyvi, kann samgongan sigra og framvegis hava góð viðurskifti við vinnulívið.

Tað sigur seg eisini sjálvt, at eitt væl koyrandi reiðarí við stórum ætlanum fyri framtíðina sjálvsagt leggur meira eftir seg í felagskassan enn eitt reiðarí, sum er í konstantum, yvirhangandi vanda fyri at vera avtikið vegna hóttan um at missa veiðirættindini.

Um peningastovnarnir í heila tikið veita lán, so verða lánitreytirnar til eitt reiðarí, sum bara kann veita vissu fyri einum stuttum áramáli av vinnuligum virksemi, munandi strangari enn til eitt framtíðartryggjað reiðarí. Bankin vil tá hava lánið innfríað sum skjótast, og tað merkir munandi lægri yvirskot ár um ár í reiðarínum.

Og so skulu vit ikki heldur gloyma fyrimunirnar fyri samgonguna sjálva. Til valið í 2019 var tað fiskivinnunýskipanin meira enn nakað annað, ið gjørdi, at samgongan ikki slapp at halda fram. Verður noktað at leingja loyvini hjá reiðaríunum, hóast tey ikki hava gjørt nakað galið, endar fólksliga sympatiið hjá reiðaríunum, og tað fer andstøðan sjálvandi at gera sær dælt av. So fáa vit aftur eitt stjórnarskifti í 2026, har loyvini verða longd til 2038, og sitandi fiskimálaráðharri hevur mist alt. Søgan hevur tað við at endurtaka seg – fyri tey, sum ikki læra av gjørdum feilum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen