Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn er Sambýlið á Heygnum eisini fyri búfólk!

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.03.2023 - 22:00 Mentan Tíðindi

Tala, sum Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, og Sólgerð Vang, deildarleiðari á Sambýlinum á Heygnum, hildu, í sambandi við at 20 ár eru liðin, síðani Sambýlið á Heygnum læt upp

 

Marna: Tann 16. mars 2003 varð Sambýlið á Heygnum vígt av Niels Paula Danielsen, presti.

Nógv tíð var ikki brúkt uppá at skipa ta fyrstu tíðina, men hugburðurin var, at saman fáa vit hetta at bera til.

Turið Zachariassen, sum tá var varaleiðari í Heimarøktini, fekk boðini - “Tú mást fara norður, tí nú skal sambýlið lata upp”. Turið bað Elsu Joensen (konu Oliver á Norðlýsinum) koma við sær. Tær fóru so, og fyrsti døgurði varð keyptur frá Óla Langgaard.

Starvsfólk úr Heimarøktini mannaðu sambýlið ta fyrstu tíðina, og heimahjálpirnar, sum annars vóru vanar at arbeiða úti í býnum, vóru heilt fantastiskar og dugdu so sera væl at umstilla seg. Tær tóku hond um alt.

Lýsast mátti eftir kokki. Ein, sum søkti og fekk starvið, var Sigrid á Høvdanum. Sigrid byrjaði 1. apríl.

·       Sigrid kanst tú siga eitt sindur frá tí fyrstu tíðini?

·       Hvat hevur tú lagt dent á í tínum arbeiði?

 

Sólgerð:

20 ár er long tíð, og tí er natúrligt, at útskifting hevur verið í starvsfólkahópinum. Men nakrar eru enn, sum mestsum hava verið alla tíðina.

Fyri fleiri búfólk er tað við blandaðum kenslum, at tey flyta inn á ein stovn at búgva. Sama ger seg galdandi fyri avvarðandi. Tey eru ofta rættiliga glað fyri, at ein av teirra hevur fingið búpláss, men høvdu kanska heldur ynskt, at tað ikki gjørdist neyðugt hjá teirra kæru at flyta úr sínum heimi.

Tað kann vera tungt, tá ið sjúka rakar, sum vit ikki kunnu steðga. Men vit royna at skapa ein góðan gerandisdag við støði í ynskjum, førleikum og tørvi hjá teimum, sum búgva her.

Sigast skal eisini, at her eru nógvar stuttliga løtur. Her verður nógv prátað, bundið, grinið og sungið. Og tað er við takksemi, vit hugsa um øll tey eldru, ið her hava búð og búgva ella hava verið til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið.

 

Marna:

Í NBH royna vit áhaldandi at arbeiða við menning, tí eldraøkið gerst meira og meira komplekst.

Vit blíva eldri og eldri, og við árunum koma sjúkur. Gransking vísir, at tey flestu í miðal hava tvær kroniskar sjúkur, tá ið tey eru í sjeytiárunum. Hetta ger, at tørvur er á fakliga dugnaligum starvsfólkum á eldraøkinum.

Tí eru vit sera takksom fyri tey dugnaligu starvsfólkini, vit hava.

Í Ven og Virka vóru tey framskygd og gingu á odda, fyri at vit kundu fáa nøkur pláss til endurmenning/rehabilitering. Vit byrjaðu í smáum við 2 plássum í 2018, og er hendan tænastan nú víðkað til 5 pláss. Í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum er helst besta venjingarhøli í landinum. Tí er avgerð tikin um, at rehabiliteringseindin hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu skal vera her á Sambýlinum á Heygnum.

Sigast má eisini, at vit eru sera takksom fyri virksemið, sum fer fram í Smæruni.

 

Sólgerð:

Tíðir broytast.
Rehabilitering – hetta at fáa hjálp til at endurvinna førleikar – er av stórum týdningi fyri at kunna verða heima sum longst, eins og lógin á eldraøkinum leggur upp til, og er hetta eisini nakað, tey flestu eldru ynskja.
Umlætting hevur somuleiðis týdning, fyri at hetta skal bera til, og hóska umlætting og rehabilitering sera væl saman.

Enn er Sambýlið á Heygnum eisini fyri búfólk, og her skal vera gott at vera fyri øll - bæði tey, sum búgva her og eru her, óansæð orsøk!

Okkara uppliving er, at tey, sum búgva her, eisini kunnu hava stóra gleði av, at tað eru skiftandi fólk, sum koma til samdøgursrehabilitering ella umlætting, har tey fáa nógv góð prát og tíðindi úr Norðoyggjum.

Fyri at Sambýlið á Heygnum skal vera eitt gott stað at vera á, er vitjan frá avvarðandi sera týðandi. Vit fara nú at geva orðið til Tummas Lervig, sum trúfastur hevur vitjað á sambýlinum í nógv ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Earth Hour í Klaksvík
Stórt eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Árligu fimleika­framsýningar­nar hjá Støkk
TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann…
Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarne…
- Hetta er nakað man droymir um
Mads B. Mikkelsen skoraði í javnleiki
Fýra KÍ-leikarar frá byrjan í Moldova
Mjølnir A eru føroyameistarar í flogbólt…
Peter Schmeichel á Tórsfest
Pabba fór til Havnar
Fimleika­framsýning í Badminton­høllini
Útbyggingin á Norð­toftum er liðug
Farna árið hjá Smyril Line
Dagføringar­nar á reinisverki­num byrjaðar
Samd fíggjar­nevnd: Mentanar­húsið fær 7 m…
Ársaðalfundur Norðoya Fornminna­felag
Stórar óvissur í metingini av tilfein…
Fyrilestur um heilsugóðan kost
Karl: - Eg kenni als ikki til hasa upphæ…