Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Páskir 2023

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  03.04.2023 - 13:40 Bloggur Mentan

Tey siga, at tilverunnar mørk blivu sprongd páskamorgun; at tað hendi eitt kosmiskt undur, tá sólin reis hendan dagin; og hann, sum tey høvdu sæð deyðan og jarðaðan, onkursvegna aftur varð sjónligur teirra millum. Tey kendu hann ikki beinanvegin, og hann var helst sæddur fleiri staðni í senn. Men tá tey komu saman um kvøldmáltíðina, var hann kortini livandi til staðar teirra millum. Og fyrsta skrivliga vitnisburðin um hesa persónligu nærveruna hjá hinum upprisna hava vit frá Paulusar egnu hond, eini 10-12 ár eftir fyrstu kristnu páskirnar.

Tak tann svarta kross av leiði!

Har hann stóð, nú lilju set!

Ganga vit um deyðans heiði,

blómur spíra við hvørt fet.

Einglaljóð við grøv ber av,

fyri brotnan ferðastav.

Ljóða skal nú frøðisongur

suffini ei hoyrast longur.

(Slb. 628, v. 1)

Tey siga, at tilverunnar mørk blivu sprongd páskamorgun; at tað hendi eitt kosmiskt undur, tá sólin reis hendan dagin; og hann, sum tey høvdu sæð deyðan og jarðaðan, onkursvegna aftur varð sjónligur teirra millum. Tey kendu hann ikki beinanvegin, og hann var helst sæddur fleiri staðni í senn. Men tá tey komu saman um kvøldmáltíðina, var hann kortini livandi til staðar teirra millum. Og fyrsta skrivliga vitnisburðin um hesa persónligu nærveruna hjá hinum upprisna hava vit frá Paulusar egnu hond, eini 10-12 ár eftir fyrstu kristnu páskirnar.

Í dag eru tað mong, sum ivast í, hvat veruliga henda hesa tíðina, men Paulus og tey fyrstu kristnu ivaðust ikki – hann var aftur teirra millum. Ongin sigur okkum nágreiniliga hvussu. Men hann var har. Tey vóru sannførd um, at tey høvdu verið vitni til eitt undur, eitt Guðs undur.

Tíðin, tá fólk upplivdu undurverk, er ikki farin með alla. Enn í dag fara undurverk fram, og eitt av teimum er, at vit framvegis halda kristnar høgtíðir, jól, páskir og hvítusunnu. Tað er eitt satt undur, at kirkjan og kristindómurin hava yvirlivað hóast kirkjuna og kristindómin. Tíverri finnast mangir ljótir og døkkir blettir í kirkju- og trúboðanarsøguni, har Jesusnavnið hevur verið nýtt til kúgan og valdsmisnýtslu.

Tað eru ikki pávar, kardinalar, biskuppar, kongar ella gitnir stjórnuprædikantar einans, ið hava borið kristnitrúnna gjøgnum øldirnar, men heldur tey eyðmjúku sannleiksvitnini, sum talaðu at og ikki vildu tiga, hóast teirra egnu hóttu við forfylging.

Sannleiksvitnini, tey eyðmjúku kristnu, vóru og eru sum várblómurnar og flytifuglurin hesa ársins tíðina. Tey troðsa frost, kulda, illveður og myrkur og spíra og flúgva langar leiðir við boðum um vón og ljósari tíðir. Onki kann forða teimum. Tað vóru tey stillu í tænastuni, tey við tí góða orðinum, tey beinasomu og tey sum tímdu at lurta, ið hildu páskaglæmuna, uppreisnarvónina livandi okkara millum. Tey vóru og eru andlit og nærvera hins upprisna okkara millum, eisini í dag!

Í Russlandi siga tey, at tað er takkað verið ”babuskunum”, ommunum, at kristnitrúgvin hevur yvirlivað, hóast allan ágangin frá kommunismuni. Tað vóru tær, sum við síni mildu og kærligu fyrimynd løgdu kristnitrúnna niður í børnini og varðveittu hana til dagin í dag.

Enn tora milliónir og aftur milliónir menniskju at taka tann svarta kross av leiði og planta eina lilju har, krossurin stóð, tí sanni og veruligi páskaboðskapurin kódnar aldrin. Hann spírar og nørist eins og várið millum tey, sum eyðmjúkt tora at lurta eftir hinum upprisna, sum lata hina tigandi, men máttugu røddina tala úr lívsdýpinum.

Onkur heldur kanska, at hetta er ein íðan so dapur mynd av kristnu søguni. Men far so bara og les! Víst finnast tað eisini bjartir, hugvekjandi og stimbrandi sólskinsblettir í kristnu søguni, men skuggin av krossinum, av líðing og neyð spøkir eisini – vit liva ikki í einum ynskidreymaheimi!

Men tað er júst til hendan heimin, at guddómsmaðurin vendi sær við boðum um spírandi lív, um vón, um uppreisn og eina páskasól, ið aldrin setur. Og tí er tað ein frægd og sæla at lyfta upp røddir okkara í føgru páskasálmunum og sameina sálir várar við milliónum av kristnum menniskjum um allan heim, um at:

Ja, hann er her, guddómsmaður!

Sprongd nú eru deyðans bond!

Risin er hann upp so fagur,

orð hans eru lív og ond.

Runnið upp eitt vár nú er

fyri okkum her í verð.

Og sum ljóða páskasangir,

sálin fær sær fuglaveingir.

(Slb. 629, v. 5)

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB